Tá seinasta kappingarár endaði var greitt, at vit skuldu finna nýggjan venjara til felagið. Svein Rógvi Nielsen, sum hevði verið høvuðsvenjari hjá felagnum, boðaði frá, at honum stóð í boði at gerast venjari í Norra, og ætlaði hann at taka hesum møguleikanum.
Tá fyrireikingarnar til komandi kappingarár av álvara fóru í gongd, gjørdist greitt, at fimm av leikarunum á besta liði okkara eru við barn. Sostatt varð greitt, at umframt venjara so varð eisini neyðugt at fáa styrk til liðið, m.a. skuldi nýggjur málverji finnast fyri Kristinu, sum er ein av leikarunum, sum er við barn. Arbeitt hevur verið miðvíst við finna venjara og leikarar. Lovisa Andreasen, sum seinastu tvey árini hevur leikt við Neistanum, fer komandi ár aftur at leika barndómsfelagnum. Simona Petersen, sum seinasta kappingarár leikti við Tjaldur, verður komandi kappingarár aftur at síggja í reyða búnanum hjá Stjørnuni. Vit eru sera fegin um, at Lovisa og Simona aftur verða partur av Stjørnuni. Tað hevur gingið strilti at finna nýggjan venjara, men við góðari hjálp frá rumenanum Bogdan, sum í fleiri ár hevur virkað sum hondbóltsvenjari í Føroyum, bleiv venjaraspurningurin loystur í seinastu viku. Nýggjur venjari hjá okkum verður 41 ára gamli rumenin Ionel Gheorghe, sum kemur úr einum starvi sum rumenskur U18 landsliðsvenjari. Ionel skal standa fyri venjingini av øllum liðunum hjá felagnum. Ionel kom til Klaksvíkar í gjárkvøldi, men hann var ikki einsmallur. Saman við honum kom 30 ára gamla Korina Iulia Demeterca, sum skal leika við kvinnuliðnum hjá okkum. Korina hevur leikt við rumenska fyrstudeildarliðnum HCM Roman. Málmansspurningur er ikki endaliga komin uppá pláss, men hann verður vantandi avgreiddur, áðrenn henda vikan er úti. Saman við nýggja venjaranum, nýggju leikarunum, sum er komnir til felagið og okkara ungu evnaríku leikarunum, er tað við góðum treysti, at vit fara holt við nýtt kappingarár. Fyrsta venjingin saman við nýggja venjaranum verður í kvøld kl. 17:30. |
Høvuðsstuðlar:
Aðrir stuðlar
Úrslitatænastan
|