Stjørnan

  • nýtt
  • Tilmelding
  • Hvør venur
  • Vit venja
  • Nevnd & Samband
    • Børn - U8 /U6
  • Dystir hesa vikuna
  • Myndir
    • Liðmyndir 2018/19
    • Liðmyndir 2017/18
    • Liðmyndir 2016/17
    • Leikaramenning
    • Gullmyndir
    • Myndir 2017/18
    • Myndir 2016/17
    • Myndir 2012/13
    • Myndir 2011/12
    • eldri myndir
  • nýtt
  • Tilmelding
  • Hvør venur
  • Vit venja
  • Nevnd & Samband
    • Børn - U8 /U6
  • Dystir hesa vikuna
  • Myndir
    • Liðmyndir 2018/19
    • Liðmyndir 2017/18
    • Liðmyndir 2016/17
    • Leikaramenning
    • Gullmyndir
    • Myndir 2017/18
    • Myndir 2016/17
    • Myndir 2012/13
    • Myndir 2011/12
    • eldri myndir

Nógvur hondbóltur

19/11/2016

Comments

 
Picture
Gentur 12 gerast fleiri og fleiri til venjing og stuttligt er at kunna síggja, at vit nú manna tvey lið í gentur 12. Stjørnugenturnar í hesum aldursbólki leika nú í bólki B og bólki C av tí at flest allar eru júst byrjaðar at spæla hondbólt og vísa genturnar at tær koma seg skjótt.

Í dag var annað liðið í Suðuroy, har tær leiktu 3 dystir. Tær taptu móti Søljuni 10-9, taptu móti VÍF 10-8 og vunnu móti VB 9-7. Valborg Hammer, hjálpavenjari, var við í Suðuroy og letur Valborg frætta at tær spældu sera væl og at dysturin móti VÍF var sera javnur. Valborg tók hesa myndinar av gentunum í Suðuroy og umborð á Smyril.

Hitt liðið var á Skála, har tær leiktu tveir dystir. Kristina Poulsen, hjálpavenjari, var við gentunum á Skála og hon letur frætta at vit tapu báðar dystirnar soleiðis: móti StÍF 13-4 og móti H71 gjørdist støðan 3-2 til H71. Genturnar vóru óførar og kempaðu væl og taka seg eisini fram eftir hvønn dyst.

Í Klaksvík var kapping fyri 2. deild kvinnur í Klaksvík, har Stjørnan tapti móti Neistanum og vunnu móti Søljuni. - Ein langur dagur, har kapping var allan dagin og vit ynskja at takka Per Klarup og Pól Mikkelsen fyri at taka dømingina á seg allan dagin.

Sunnudagin skal hvonn og gentur 14 spæla í høllini í Vági og spennandi verður at fylgja hvussu leikur fer fram í morgin.

Koyr á Stjørnan


Picture

Comments

    Høvuðsstuðlar:

    Picture
    Picture
    Picture

    Aðrir stuðlar
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture

    Úrslitatænastan



Stjørnan - t-postur: [email protected]