Norðoya Sparikassi og hondbóltsfelagið Stjørnan hava endurnýggja stuðulsavtaluna í tvey ár frameftir, soleiðis at Norðoya Sparikassi framhaldandi verður høvuðsstuðul fyri kappingarárið 2018/19 og 2019/20. Stjørnan er sera fegin um avtaluna og saman við øðrum góðum stuðlum, er tað møguligt hjá okkum at halda áframm við menningin av felagnum. Sum kunnugt, so hevur Stjørnan ein høvuðusvenjara, sum tekur sær av venjingunum hjá øllum deildum, saman við einum góðum venjaratoymi í felagnum. Hetta er ein miðvís ætlan, sum skjøtul varð settur á fyri tveimum árum síðani, har nevndin í Stjørnuni avgjørdi at miðvíst arbeiða við kleking og menning av egnum tilfari. Vit fegnast um hesa gongdina, sum eftir okkara tykki fer at geva úrslit seinni, tí tað er sera umráðandi hjá einum so týdningarmiklum felag sum Stjørnuni, at hava eitt langtíðar aðalmál, har vit í mest møguligan mun við egnum leikarum kunnu mynda allar deildir. Fíggjarligur stuðul er sjálvandi sera umráðandi, men stuðul frá teimum, sum hava áhugamál í Stjørnuni er ikki at undirmeta og eru vit sera fegin fyri tí góða baklandi, vit hava, tá ið talan er um leikarar, venjarar, hjálparfólk og øllum annars, sum altíð eru fús at veita eina hjálpandi hond til felagsarbeiðið. Eftir at gentur 14 vóru lidnar at venja og venjingin hjá bestu kvinnudeildini byrjaði, varð stuðulsavtalan undirskivað og bjóða var til eina hugnaløtu eftir venjing, har Tummas Martin Sólsker, vinnukundaleiðari í Norðoya Sparikassa, eisini fekk høvi at heilsa uppá Stjørnuleikarnar. |
Høvuðsstuðlar:
Aðrir stuðlar
Úrslitatænastan
|