Lagt er upp til ein sannan gysara av einum hondbóltsdysti, tá okkrara kvinnur sunnudagin taka móti oddaliðnum Tjaldur. Støðan er tann, at bæði liðini hava leikt 15 dystir, Tjaldur hevur 25 stig, meðan okkara kvinnur eru á øðrum plássi við 24 stigum. Kappingin í oddinum hevur seinnu árini staðið millum júst Stjørnuna og Tjaldur, og hava okkara kvinnur, undantikið í 2009 tá Tjaldur bleiv meistari, drigið logra stráið.
Í løtuni hevur Tjaldur munin, men sunnudagin hava okkara kvinnur ein gyltan møguleika at taka leiðsluna, men tað krevur, at tær eru 100% klárar frá fyrsta bríksli av, og ikki minst at tær fáa dyggan stuðul frá viðhaldsfólkinum. Orsaka av at HM-finalan hjá monnum verður leikt sunnudagin kl. 16:00, verður dysturin millum Stjørnuna og Tjaldur leiktur í KÍ-høllini kl. 19.00. Vit vænta ein góðan og spennandi dyst. Tað er onki at ivast í, at eysturoyingar møta mannsterkir upp fyri at suðla Tjaldrinum, men okkara viðhaldsfólk plaga ikki at smæðast burtur. Við gleða okkum til eitt vónandi gott hondbóltsupplivisi. |
Høvuðsstuðlar:
Aðrir stuðlar
Úrslitatænastan
|