Stjørnan

  • Tilmelding
  • Hvør venur
  • Vit venja
  • Nevnd & Samband
    • Børn - U8 /U6
  • Dystir hesa vikuna
  • Myndir
    • Liðmyndir 2018/19
    • Liðmyndir 2017/18
    • Liðmyndir 2016/17
    • Leikaramenning
    • Gullmyndir
    • Myndir 2017/18
    • Myndir 2016/17
    • Myndir 2012/13
    • Myndir 2011/12
    • eldri myndir
  • Tilmelding
  • Hvør venur
  • Vit venja
  • Nevnd & Samband
    • Børn - U8 /U6
  • Dystir hesa vikuna
  • Myndir
    • Liðmyndir 2018/19
    • Liðmyndir 2017/18
    • Liðmyndir 2016/17
    • Leikaramenning
    • Gullmyndir
    • Myndir 2017/18
    • Myndir 2016/17
    • Myndir 2012/13
    • Myndir 2011/12
    • eldri myndir

Stjørnan
hondbóltur fyri øll

Søguligt hondbóltskvøld í Klaksvík

23/3/2022

Comments

 
Picture
Skrivað hevur: Norðlýsið
Bæði kvinnuliðið og mansliðið hjá klaksvíkingum spæla hálvfinalu, og tað er ikki hent í nýggjari tíð.

Hondbólturin í Klaksvík hevur tað betri enn leingi, í øllum førum um hugt verður eftir besta kvinnuliðnum hjá Stjørnuni og besta mansliðnum hjá Team Klaksvík.

Stjørnan hevur í ár spælt við í oddastríðnum fyri fyrstu ferð síðani stórheitstíðin endaði fyri nøkrum árum síðani. Stjørnan var í hálvfinaluni í steypakappingini, men tapti uppá smálutir móti steypavinnarunum úr Kyndli í síðstu sekundunum. Í hálvfinaluni í landskappingini møtir Stjørnan oddaliðnum í grundspælinum, H71. Í landskappingini hava liðini spælt tríggjar dystir, har H71 hevur vunnið við 2-3 málum hvørjaferð.

Team Klaksvík spælir sína fyrstu hálvfinalu nakrantíð. Onkuntíð hevur verið nær við bæði í steypa- og landskapping, men í ár rakk tað í landskappingini. Mótstøðan verður stór, tí oddaliðið H71 verður mett sum eitt av bestu liðunum, sum nakrantíð hevur spælt í Føroyum. Tað sást eisini aftur í, at fleiri leikarar á liðnum hava gjørt sáttmálar við feløg uttanlands. Í landskappingini hevur Team Klaksvík vunnið ein og tapt tveir móti H71 hetta kappingarárið.

Hetta er fyrstu ferð í nýggjari tíð, at bæði kvinnuliðið og mansliðið spæla hálvfinalu, so talan verður um søguligt kvøld í Klaksvík mikukvøldið, tá H71 vitjar Stjørnuna og Team Klaksvík. Stjørnan spælir í KÍ-høllini kl. 20.00, meðan Team Klaksvík spælir kl. 18.30 í Badmintonhøllini. Hoyvíkingar koma uttan iva mannsterkir til Klaksvíkar, so talan verður helst um óvanliga stóra áskoðarafjøld í báðum hallunum mikukvøldið.


23. mars hálvfinalur í landskappingini:
18.30: Team Klaksvík-H71
20.00: Stjørnan-H71

​

Comments

    Høvuðsstuðlar:

    Picture
    Picture
    Picture

    Aðrir stuðlar
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture

    Úrslitatænastan



Stjørnan - t-postur: info@stjornan.com