Stjørnan

  • Tilmelding
  • Hvør venur
  • Vit venja
  • Nevnd & Samband
    • Børn - U8 /U6
  • Dystir hesa vikuna
  • Myndir
    • Liðmyndir 2018/19
    • Liðmyndir 2017/18
    • Liðmyndir 2016/17
    • Leikaramenning
    • Gullmyndir
    • Myndir 2017/18
    • Myndir 2016/17
    • Myndir 2012/13
    • Myndir 2011/12
    • eldri myndir
  • Tilmelding
  • Hvør venur
  • Vit venja
  • Nevnd & Samband
    • Børn - U8 /U6
  • Dystir hesa vikuna
  • Myndir
    • Liðmyndir 2018/19
    • Liðmyndir 2017/18
    • Liðmyndir 2016/17
    • Leikaramenning
    • Gullmyndir
    • Myndir 2017/18
    • Myndir 2016/17
    • Myndir 2012/13
    • Myndir 2011/12
    • eldri myndir

Stjørnan
hondbóltur fyri øll

Sigur til Stjørnuna

27/10/2021

Comments

 
Picture
Skrivað hevur: Norðlýsið
Stjørnan hevur í kvøld verið á Skála og leikt í móti verandi meistarunum StÍF, og úrslitið varð ein greiður 29-23 sigur til Stjørnuna.

Tað var ein ávísur spenningur undan dystinum, tí eftir dystin móti Neistanum sunnudagin varð staðfest, at Jancy Jacobsen hevði fingið koronu, og kundi sostatt ikki verða við. Heldur ikki bar tað til hjá Duritu Ljósstein at verða við í kvøld. Hetta víst seg tó ikki at darva spælinum hjá Stjørnuni serliga nógv, tær løgdu hart út, og settu seg á dystin frá byrjan av.  Tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin, var støðan 11-6 til Stjørnuna, og hesa leiðsluna hildu tær til hálvleiks. Hálvleiksstøðan var 17-11 til Stjørnuna.

Í seinna hálvleikur gekk meira javnt á. Stjørnan skifti meira út enn í fyrra hálvleiki, og onkra løtu hevði StÍF hug at minkað um munin, men hvørja ferð svaraði Stjørnan aftur, og endaði dysturin við einum greiðum 29-23 sigur til Stjørnuna. 

Spælið hjá Stjørnuni var í løtum heilt gott, við m.a. vóru fleiri góðar fríspælingum inn á strika. Ein spælari, sum enn einaferð kom væl frá uppgávuni, var málverjin Teresa Maria Ejdesgaard, hon stóð rættiliga væl, og hevði fleiri heilt góðar bjargingar.

Málini hjá Stjørnuni skutu: Julia Nalivko 6, Tóra Eliasen 5, Katrin Bertholdsen 5, Malene Madsen 4, Joan Sørensen 3, Tóra Norðá 2, Durita Jojic 2 og Sonja S. á Bergi 1.
​
Næsti dystur hjá Stjørnuni verður komandi sunnudag á útvølli í móti VB.

Comments

    Høvuðsstuðlar:

    Picture
    Picture
    Picture

    Aðrir stuðlar
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture

    Úrslitatænastan



Stjørnan - t-postur: info@stjornan.com