Stjørnan

  • Tilmelding
  • Hvør venur
  • Vit venja
  • Nevnd & Samband
    • Børn - U8 /U6
  • Dystir hesa vikuna
  • Myndir
    • Liðmyndir 2018/19
    • Liðmyndir 2017/18
    • Liðmyndir 2016/17
    • Leikaramenning
    • Gullmyndir
    • Myndir 2017/18
    • Myndir 2016/17
    • Myndir 2012/13
    • Myndir 2011/12
    • eldri myndir
  • Tilmelding
  • Hvør venur
  • Vit venja
  • Nevnd & Samband
    • Børn - U8 /U6
  • Dystir hesa vikuna
  • Myndir
    • Liðmyndir 2018/19
    • Liðmyndir 2017/18
    • Liðmyndir 2016/17
    • Leikaramenning
    • Gullmyndir
    • Myndir 2017/18
    • Myndir 2016/17
    • Myndir 2012/13
    • Myndir 2011/12
    • eldri myndir

Stjørnan
hondbóltur fyri øll

Stjørnan á øðrum plássi

31/10/2021

Comments

 
Picture
Skrivað hevur: Norðlýsið
Við einum greiðum 35-21 sigri á VB suðuri í Vági í dag, hevur Stjørnan lagt seg annað plássið í bestu kvinnudeildini.

Eitt nakað skert stjørnunlið hevði ongar trupuleikar við av vinna á VB. Vegna serligar umstøður vóru Mina S. Hendriksen, Jancy Jacobsen og Durita Ljósstein ikki við, tá stjørnuhópurin í morgun legði leiðina til Vágs. Stjørnan tók leiðsluna beinanvegin, og økti støðugt um leiðsluna, sum fyrri hálvleikur gekk. Í hálvleikinum var støðan 18-10 til Stjørnuna.

Stjørnan hevði huga at økja um leiðsluna í byrjanini av seinna hállvleiki, tá leiktir vóru 7 min. av seinna hálvleiki, var støðan 23-12 til Stjørnuna. VB royndi at svara aftur, og fekk minkað um munin til seks mál, men nærri komu tær ikki, og endaði dysturin við einum greiðum 35-21 sigri til Stjørnuna.            
                          
Við sigrinum  hava stjørnukvinnurnar lagt seg á annað plássið, javnar við H71. Bæði liðini hava 9 stig, men Stjørnan hevur betur málmun. Viðmerkjast skal, at H71 hevur leikt ein dyst færri. Stjørnan hevur leikt 6 dystir, meðan H71 hevur leikt 5 dystir. H71 skuldi í dag leika í móti EB, men dysturin bleiv avlýstur orsaka av korona.
​
Málini hjá Stjørnuni í dagsins dysti skutu: Tóra Eliasen 7, Katrin Bertholdsen 7, Malene Madsen 5, Iulia Nalviko 4, Joan Sørensen 4, Tóra Norðá 3, Durita C. Jojic 3 og Sonja S. á Bergi 2.                                                                          
Comments

    Høvuðsstuðlar:

    Picture
    Picture
    Picture

    Aðrir stuðlar
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture

    Úrslitatænastan



Stjørnan - t-postur: info@stjornan.com