Skrivað hevur: Norðlýsið Stjørnan greiddi sína skyldu, tá tær í dag á heimavølli vunnu á VB. Tað var eisini væntað, men VB var væl við stóran part av fyrra hálvleiki. Hálvleiksstøðan varð 15-10 til Stjørnuna. Tað gekk javnt á fyrstu løtuna av seinna hálvleiki, men so hevði Stjørnan huga at økja um leiðsluna, og endaði dysturin við einum greiðum 33-25 sigri til heimaliðið. Viðmerkjast skal, at venjarin hjá Stjørnuni skifti nógv út, og fingu fleiri av yngru leikarunum nógva spælitíð, og stóðu tær seg bara væl. Við sigrinum er Stjørnan komin uppá triðja pláss við 16 stigum, tað sama sum Neistin, men Neistin hevur leikt ein dyst færri. Sum støðan nú er, skal tað vilja illa til, um Stjørnan ikki verður eitt av teimum fýra liðnum, sum koma at kappast um meistaraheitið. StÍF er á fimta plássi við 8 stigum. Bæði Stjørnan og StÍF hava fimm dystir eftir at leika í innleiðandi kappingini, t.v.s. 10 stig eru eftir at leika um, so sigast kann, at Stjørnan ”hevur annað beinið” í endaspælinum. Málini hjá Stjørnuni í dagsins dysti gjørdu: Durida C. Jojic 8, Tóra Eliasen 6, Tóra Norðá, Julia Nalviko og Oddvør Josephsen 4 í part, Sonja S. á Bergi 3, Jancy Jacobsen, Katrin Bertholdsen, Mina S. Henriksen og Joan Sørensen hvør sítt. Myndir: Norðlýsið |
Aðrir stuðlar
Úrslitatænastan
|