Stjørnan

  • Tilmelding
  • Hvør venur
  • Vit venja
  • Nevnd & Samband
    • Børn - U8 /U6
  • Dystir hesa vikuna
  • Myndir
    • Liðmyndir 2018/19
    • Liðmyndir 2017/18
    • Liðmyndir 2016/17
    • Leikaramenning
    • Gullmyndir
    • Myndir 2017/18
    • Myndir 2016/17
    • Myndir 2012/13
    • Myndir 2011/12
    • eldri myndir
  • Tilmelding
  • Hvør venur
  • Vit venja
  • Nevnd & Samband
    • Børn - U8 /U6
  • Dystir hesa vikuna
  • Myndir
    • Liðmyndir 2018/19
    • Liðmyndir 2017/18
    • Liðmyndir 2016/17
    • Leikaramenning
    • Gullmyndir
    • Myndir 2017/18
    • Myndir 2016/17
    • Myndir 2012/13
    • Myndir 2011/12
    • eldri myndir

Stjørnan
hondbóltur fyri øll

Stjørnan fekk javnleik í Vági eftir gysara í seinastu minuttunum

28/1/2018

Comments

 
Picture
Mynd: Norðlýsið
Stjørnan fekk trý mál seinasta 1½ minuttin í dystinum í skeypakappingin móti VB

Tað bleiv til ein sannan gysara, tá kvinnurnar hjá VB og Stjørnuni leiktu dyst í speypakappingini í Vági í dag. Stjørnan kom betur frá byrjan og hevði eina leiðslu uppá 5-2, men spakuliga fekk VB minka um munin, og tá farið varð til hálvleiks, var støðan 11-10 til VB.

Tað gekk javnt á fyrstu løtuna í seinna hálvleik, men so kom stígur í málskjótingina hjá Stjørnunu. Tær skoraðu ikki í góðar 10 minuttir, og hevði VB ta løtuna fingið eina leiðslu uppá 5-6 mál. Men Stjørnan stríddi seg innaftur í dystin. Tá 1½ minuttur var eftir, var støðan 19-16 til VB, men tað eydnaðist Stjørnuni skora trý mál seinastu løtuna, meðan VB onki mál fekk, soleiðis at dysturin endaði við javnleiki 19-19.

Í steypakappinigini er tað soleiðis, at liðini er býtt í tveir bólkar við fýra liðum í hvørjum bólki. Tvey lið í hvørjum bólki koma víðari í hálvfinalurnar. Stjørnan er í bólki saman við Kyndil, VB og StÍF.

Seinastu dystirnir verða leiktir um eina viku. Tá skal Stjørnan á heimavølli leika móti StÌF, meðan VB á útvølli skal leika móti Kyndli, og tað kann blíva spennandi. Um úrslitini laga til fyrimunar fyri Stjørnuna, so er møguligt at koma í hálvfinaluna.


Comments

    Høvuðsstuðlar:

    Picture
    Picture
    Picture

    Aðrir stuðlar
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture

    Úrslitatænastan



Stjørnan - t-postur: info@stjornan.com