Stjørnan

  • Tilmelding
  • Hvør venur
  • Vit venja
  • Nevnd & Samband
    • Børn - U8 /U6
  • Dystir hesa vikuna
  • Myndir
    • Liðmyndir 2018/19
    • Liðmyndir 2017/18
    • Liðmyndir 2016/17
    • Leikaramenning
    • Gullmyndir
    • Myndir 2017/18
    • Myndir 2016/17
    • Myndir 2012/13
    • Myndir 2011/12
    • eldri myndir
  • Tilmelding
  • Hvør venur
  • Vit venja
  • Nevnd & Samband
    • Børn - U8 /U6
  • Dystir hesa vikuna
  • Myndir
    • Liðmyndir 2018/19
    • Liðmyndir 2017/18
    • Liðmyndir 2016/17
    • Leikaramenning
    • Gullmyndir
    • Myndir 2017/18
    • Myndir 2016/17
    • Myndir 2012/13
    • Myndir 2011/12
    • eldri myndir

Stjørnan
hondbóltur fyri øll

Stjørnan fekk sín fyrst javnleik og 1 stig

30/10/2016

Comments

 
Picture
Dysturin byrjaði væl fyri Stjørnuna í dag og væluppløgdu Stjørnukvinnurnar løgdu seg beinaveg á dystin. Stjørnukvinnurnar vístu sera flott spæl og verjan stóð eisini sera sterk allan fyrra hálvleik. Tá farið varð til hálvleiks móti StÍF í dag var hálvleiksstøðan 16-11 til Stjørnuna og vón var í høllini um at vit møguligani kundu klára bæði stigini í dag.

Men í seinna hálvleik gjørdist dysturin ein heilt annar. Stjørnukvinnurnar byrjaðu væl og tá 8 minuttit vóru leiktir av seinna hálvleiki, var støðan 18-11 til Stjørnuna, men so kom stígur í.

StÍF fór at mannsverja Duritu Ljósstein, og vísti tað seg, at hetta eydnaðist sera væl hjá StÍF. Ferð eftir ferð blivu mistøk gjørd í álopinum, og tað bleiv straffað við skjótum mótálopum frá StÍF. Sum hálvleikurin leið, minkaði munurin støðugt. Tað tiktist sum fjáltur kom á stjørnuleikarnar, m.a. blivu upplagdir málmøguleikar misnýttir. Og tað sigur nógv um gongdina, at Stjørnan bert fekk fýra mál í seinna hálvleiki. Tá 27 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki javnaði StÍF til 20-20, og rættiligur spenningur var í dystinum, men fleiri mál komu ikki, og endaði dysturin sostatt javnur 20-20.

Við hesum úrslitinum hevur Stjørnan so fingið sítt fyrsta stig og komandi dystur verður útidystur móti Kyndil mikudagin 2. november.

Bestu málskjúttar hjá Stjørnuni vóru Durita Ljósstein við 6 málum, meðan Jancy Jacobsen og Hervør Olsen skutu 3 mál hvør.

Hjá StÍF var besti málskjúttin Emmi I. Kass við 9 málum, meðan Birna T. Johannesen gjørdi 8 mál.

Myndir: Norðlýsið
Comments

    Høvuðsstuðlar:

    Picture
    Picture
    Picture

    Aðrir stuðlar
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture

    Úrslitatænastan



Stjørnan - t-postur: info@stjornan.com