Stjørnan

  • Tilmelding
  • Hvør venur
  • Vit venja
  • Nevnd & Samband
    • Børn - U8 /U6
  • Dystir hesa vikuna
  • Myndir
    • Liðmyndir 2018/19
    • Liðmyndir 2017/18
    • Liðmyndir 2016/17
    • Leikaramenning
    • Gullmyndir
    • Myndir 2017/18
    • Myndir 2016/17
    • Myndir 2012/13
    • Myndir 2011/12
    • eldri myndir
  • Tilmelding
  • Hvør venur
  • Vit venja
  • Nevnd & Samband
    • Børn - U8 /U6
  • Dystir hesa vikuna
  • Myndir
    • Liðmyndir 2018/19
    • Liðmyndir 2017/18
    • Liðmyndir 2016/17
    • Leikaramenning
    • Gullmyndir
    • Myndir 2017/18
    • Myndir 2016/17
    • Myndir 2012/13
    • Myndir 2011/12
    • eldri myndir

Stjørnan
hondbóltur fyri øll

Stjørnan fingið nýggja nevnd

14/8/2016

Comments

 
Picture
Hondbóltsfelagið Stjørnan hevur fingið nýggja nevnd, nú Kristoffur Ragnarsson hevur takkað fyri seg eftir 13 ár á rað sum formaður.

Í kvøld bleiv endaliga avgjørt, at Stjørnan fær nýggja nevnd. Fyrrverandi formaðurin Kristoffur Ragnarsson hevur valt at takka fyri seg, og heitt á  fýra fyrrverandi leikarar á besta liðnum hjá Stjørnuni at manna nýggju nevndina. Hanna Brandal, Jastrid Gullaksen, Anna Kristina Samson og Una Váðklett manna nú nýggju nevndina, sum í næstum fer at skipa seg við formanni/kvinnu. Ætlanin er at økja talið av nevndini, soleiðis at talan verður um eina fimm- ella sjeymanna nevnd.

Kristoffur Ragnarsson valdi at takka fyri seg. Hann hevur verið formaður í Stjørnuni í nógv ár við góðum úrslitum og eigur eisini sera stórt rós uppiborið fyri hansara stóra arbeiði í felagnum.

Leita eftir venjara
Enn er eingin venjari settur fyri komandi kappingarár, sum byrjar í næsta mánaða. Nýggja nevndin arbeiðir við venjaraspurninginum bæði fyri besta liðið og ungdómsdeildina. Heilt skjótt kemur eisini kunning um venjingartíðir hjá øllum liðunum, sum væntandi byrja í komandi viku.

Nýggja nevndin vónar, at nógv fara at spæla hondbólt í vetur og at fólk koma at hjálpa til í felagnum bæði tá tað snýr seg um hjálparvenjarar, dómarar, tíðtakarar, trygdarfólk, vaktir, hjálparfólk, osfr. Nógvar eru uppgávurnar og hava vit brúk fyri allari hjálp:)

Á myndini er nýggja nevndin saman við Krisoffur Ragnarsson, sum hevur verið formaður í Stjørnuni, og Pól Mikkelsen, sum í nógv ár hevur hjálpt Kristoffuri og hevur havt fleiri ábyrgdarøkir í felagnum.

Nýggja nevndin fer beinaveg til verka og ynskir øllum í felagnum eitt gott kappingarár.


Comments

    Høvuðsstuðlar:

    Picture
    Picture
    Picture

    Aðrir stuðlar
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture

    Úrslitatænastan



Stjørnan - t-postur: info@stjornan.com