Sensatiónin lúrdi, tá Stjørnan í dag tók móti oddaliðnum Neistin. Tað sást ikki á vøllinum í dag, at tað var toppur móti botni sum leiktu, tá Neistin vitjaði Stjørnuna. Stjørnan kom betur frá byrja og hevði leiðsluna líka til tað restaðu 6 minuttir av fyrra hálvleiki. Tá javnaði Neistin, og fekk ein leiðslu uppá tvey mál. Men Stjørnan svaraði aftur og fekk javnað, áðrenn fari varð til hálvleik. Hálvleiksstøðan var 11-11. Í seinna hávlleiki var tað Neistin, sum hevði munin, men leiðslan var ongantíð størri enn 2-3 mál, og tá fýra minuttir vóru eftir at leika, var støðan 22-23 til Neistin, og rættiligur spenningur var í dystinum. Sensatiónin lúrdi, skuldi eydnast botnliðnum at fáa stig móti oddaliðnum. Men Neistin reið stormin av, og vann dystin 25-23. Undan dystinum varð spáddur ivi um, hvussu tað mundi fara at ganga stjørnuliðnum, eftir at Durita Ljósstein, sum hevur leikt við størsta partin av hesum kappingarárinum, er flutt aftur til Danmarkar, í lestrarørindum, og sostatt ikki verður meira í hesum kappingarárinum. Men sigast kann ikki annað enn, at leikarnir hjá Stjørnuni tóku ábyrgd, tær stríddust væl, og góvu oddaliðunum ein skparpan gang gjøgnum allan dystin. Hetta var avgjørt besti dystur, tær higartil hava leikt í hesum kappingarárinum. Við eitt sindur av hepni, kundu tær gott havt vunnið dystin. Venjarin Per Klarup hevur ment liðið nógv, og vísa tær seg blíva betur og betur fyri hvønn dyst sum leiktur verður. Myndir: Norðlýsið |
Høvuðsstuðlar:
Aðrir stuðlar
Úrslitatænastan
|