U8, Stjørnan - myndin tikin eftir kappingina í Badmintonhøllini Leygardagin leikti gentur 16 fyrsta umfar í steypakappingini í Klaksvík, har tær spældu javnleik móti EB, 7-7 og eisini javnleik móti VÍF, 7-7. Stjørnugentur eru tí víðari í steypakappingini, har 2 umfar verður leikt tann 16. desember. Gentur 18 spældu sínar fyrstu dystir í landskappingini í Klaksvík. Kappingin er løgd soleiðis at spælt verður fleiri dystir sama dag og vunnu tær allar sínar dystir. StÍF - Stjørnan 11-18, Neistin - Stjørnan 13 - 15 og Stjørnan - StíF 12 - 5. Sostatt liggja Stjørnugenturnar nú á øðrum plássi við 6 stigum og eru komnar sera væl frá byrjan. Gentur 14 vóru á Skala, har tær leiktu móti StÍF og taptu 16-7. Gentur 10, Stjørnan a, sum eisini leiktu á Skála leygardagin taptu báðar sínar dystir: H71 a - Stjørnan a 6-4 og Stjørnan a - VÍF a 6-18. B-liðið hjá Gentur 10, Stjørnan b var í Runavík, har tær spældu tveir dystir, har tær taptu fyrra dystin, men vunnu heil 6-1 seinna dystin móti Søljuni. U8 og U6 høvdu eisini sínar fyrstu dystur hetta vikuskifti, har kappingin var í Badmintonhøllini í Klaksvík. Stjørnan hevur her blandað lið við gentum og dreingjum við tað at fleiri eru júst byrjaði at spæla hondbólt og við tað at ikki er so stórur munur á í hesum aldursbólki. Stjørnan hevði tvey lið í kappingini, eitt fyri børn í aldrinum 7-8 ár og eitt fyri børn í aldrinum 5-6 ár. Børnini hugnaðu sær nógv hendan leygardagin og týðiligt sást at tey hava lært okkurt gott til venjing. Í hesum aldursbólki verður ikki talt mál ella stig, so vit kunnu bara lata heilsa at vit vóru sera stolt av okkara smáau, sum kempaðu óføra væl. U6: Stjørnan stillar verjuna Gentur 10: Stjørnan b avmyndaðar eftir kapping í Runavík. |
Høvuðsstuðlar:
Aðrir stuðlar
Úrslitatænastan
|