Stjørnan

  • nýtt
  • Tilmelding
  • Hvør venur
  • Vit venja
  • Nevnd & Samband
    • Børn - U8 /U6
  • Dystir hesa vikuna
  • Myndir
    • Liðmyndir 2018/19
    • Liðmyndir 2017/18
    • Liðmyndir 2016/17
    • Leikaramenning
    • Gullmyndir
    • Myndir 2017/18
    • Myndir 2016/17
    • Myndir 2012/13
    • Myndir 2011/12
    • eldri myndir
  • nýtt
  • Tilmelding
  • Hvør venur
  • Vit venja
  • Nevnd & Samband
    • Børn - U8 /U6
  • Dystir hesa vikuna
  • Myndir
    • Liðmyndir 2018/19
    • Liðmyndir 2017/18
    • Liðmyndir 2016/17
    • Leikaramenning
    • Gullmyndir
    • Myndir 2017/18
    • Myndir 2016/17
    • Myndir 2012/13
    • Myndir 2011/12
    • eldri myndir

Stjørnan ímillum fýra tey bestu

20/9/2021

Comments

 
Picture
Skrivað hevur: Oliver Joensen, Norðlýsið
30 ára gamli venjarin hjá besta hondbólt liðnum hjá Stjørnuni, Christoffur Gert Nielsen sigur, at málið er at vera ímillum fýra tey bestu liðini í kvinnudeildini í hondbólti í ár.

Landsliðsvenjari
Eg tók við venjarastarvi hjá Stjørnini í fjørð. Tað var nevniliga so, at eg og Per Klarup, sum tá hevði verið venjari hjá Stjørnuni í fýra ár hevði boðað frá, at hann tók ikki við eitt ár afturat.
Vit báðir kendustl, tí vit høvdu vant nøkur gentulandslið saman. Út yvir tað vandi eg eitt dreingjalandslið í hondbólti.

Per Klarup vísti á
Ein dagin segði Per mær at hann fór ikki at venja Stjørnuna í 20 og spurdi um tað ikki var nakað fyri meg. Síðani spurdi hann, um hann kundi nevna navnið á mær fyri nevndini. Tað helt eg at hann væl kundi.

Fíggjarleiðari hjá Grant
Hetta hevði so við sær, at eg og nevndin blivu samd um venjarastarvi í 2020. Tá vandi eg øll liðini hjá felagnum, men í ár havi eg bara bestu deildina at hugsavnað meg um.

Nevndin hevur funnið venjara til yngru deildirnar.
Christoffur Gert Nielsen, sum nú er farin undir sítt annað ár sum venjari hjá Stjørnini er fíggjarleiðari hjá Grant. Arbeiðisplássið hjá mær á Grant er vesturi í Vágunum, men eg arbeiði eisini á deildini í Klaksvík.

Fór á Eftirskúla
Sum ungur fór eg til Danmarkar á eftirskúla. Hetta var í 2006, tá eg byrjaðið í 9. flokki í Oure eftirskúla. Seinni fór eg á Handilsskúla í Svendborg har eg las í trý ár og tók HH.

Síðani gjørdi eg ymist, millum annað var eg á Universitetinum, men gavst við tí, var á hondbóltsvenjaraskúla og tók divisiónsvenjara skeið.

Í 2013 flutti eg til Føroya og fór í Bankalæru í Eik Banka. Gjørdist venjari hjá Kyndli og kom í nevndina hjá felagnum í 14 og 15.

Trívist
Í 2019 helt eg tað vera sera spennandi at fara undir venjarastarvið her hjá Stjørnuni. Eg má siga, at eg havi trivist sera væl og tí hevur mær dámt væl samstarvið við nevndina og ikki minst við leikararnar.

Tað gekk framá
Byrjanin í 2019 var ikki so góð, felagið hevði mist nógvar góðar leikarar, men tað gekk nú ikki so galið og tá fór at líða ímóti endanum í 2020, spældu vit upp ímóti teim bestu í deildini. Tá vit so fóru undir steypakappingina aftan á jól, mundu vit sníkt okkum til semifinaluna í steypakappingini, tað var um eitt mál gjørt at vit ikki endaðu har.

Í landskappingini endað vit aftast, men tað skal síggjast í teim orsøkum, sum eg havi nevnt frammanundan.

Sterka tilgongd
Í ár hava vit fingið tilgongd av góðum hondbóltleikarum. Stjørnuleikarar, ið ikki kundu vera við í fjør, eru nú komnir aftur. Mina, Jansý og Durita Ljósstein venja við í ár, harafturat hava vit fingið Duritu Christophersen Jojic úr VÍF og úr Grønlandi er komin Rina Møller Lorentsen, málverji. Harafturat er Malena Madsen komin úr Danmark.

Kapping um plássini
Jú, tað sær sera spennandi út hjá Stjørnuni í ár. Tað eru helst mong ár síðani at so stór kapping hevur verið um plássini á besta kvinnuliðnum hjá Stjørnuni, sum í ár, tað er bara ein positivur trupulleiki sigur Christoffur Gert Nielsen, venjari.

www.nordlysid.fo

Myndir: Norðlýsið

Comments

    Høvuðsstuðlar:

    Picture
    Picture
    Picture

    Aðrir stuðlar
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture

    Úrslitatænastan



Stjørnan - t-postur: [email protected]