Stjørnan

  • Tilmelding
  • Hvør venur
  • Vit venja
  • Nevnd & Samband
    • Børn - U8 /U6
  • Dystir hesa vikuna
  • Myndir
    • Liðmyndir 2018/19
    • Liðmyndir 2017/18
    • Liðmyndir 2016/17
    • Leikaramenning
    • Gullmyndir
    • Myndir 2017/18
    • Myndir 2016/17
    • Myndir 2012/13
    • Myndir 2011/12
    • eldri myndir
  • Tilmelding
  • Hvør venur
  • Vit venja
  • Nevnd & Samband
    • Børn - U8 /U6
  • Dystir hesa vikuna
  • Myndir
    • Liðmyndir 2018/19
    • Liðmyndir 2017/18
    • Liðmyndir 2016/17
    • Leikaramenning
    • Gullmyndir
    • Myndir 2017/18
    • Myndir 2016/17
    • Myndir 2012/13
    • Myndir 2011/12
    • eldri myndir

Stjørnan
hondbóltur fyri øll

Stjørnan - Kyndil týskvøldið kl. 19

8/1/2017

Comments

 
Picture
Tað verður botnur og toppur sum bresta saman í KÍ-Høllini týskvøldið kl. 19:00, tá kvinnurnar hjá Stjørnuni fáa vitjan av Kyndil.

Eftir ein steðg uppá 3 vikur um jóla- og nýggjárshøgtíðirnar, verður nú sett hol á seinasta triðingin av hondbóltskappingini.

Kvinnurnar hjá Stjørnini leggja fyri við á heimvølli at leika móti Kyndil, sum kappast við grannarnar úr Neistanum um fyrsta plássið. Í løtuni er Neistin á fyrsta plássi við 22 stigum fyri 13 dystir, meðan Kyndil er á øðrum plássi við 20 stigum fyri 12 dystir.

Stjørnan er í fer við at byggja upp eitt nýtt lið undir kønari leiðslu av venjaranum Per Klarup. Hóast liðið liggur á aftasta plássi saman við StÍF, so hevur ein støðug framgongd verið at sæð gjøgnum kappingina, og tað er við góðum treysti, at tær taka ímóti Kyndil týskvøldið. Í kappingin við Neistan um fyrstaplássið er ógvuliga umráðandi hjá kyndilskvinnunum at vinna dystin, men hvør veit, kanska unga stjørnunliðið kann arga favorittarnar úr Kyndil.

Nú honbóltsfeburin rættiliga ger um seg eftir ótrúðliga avrikið hjá U21 dreingjunum, sum um vikuskiftið hava leikt seg HM-endaspælið í summar, vóna stjørnuleikarnir at viðhaldsfólk teirra møta mannsterku upp týskvøldið at stuðla teimum.

Koyr á Stjørnan!

Comments

    Høvuðsstuðlar:

    Picture
    Picture
    Picture

    Aðrir stuðlar
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture

    Úrslitatænastan



Stjørnan - t-postur: info@stjornan.com