Stjørnan

  • Tilmelding
  • Hvør venur
  • Vit venja
  • Nevnd & Samband
    • Børn - U8 /U6
  • Dystir hesa vikuna
  • Myndir
    • Liðmyndir 2018/19
    • Liðmyndir 2017/18
    • Liðmyndir 2016/17
    • Leikaramenning
    • Gullmyndir
    • Myndir 2017/18
    • Myndir 2016/17
    • Myndir 2012/13
    • Myndir 2011/12
    • eldri myndir
  • Tilmelding
  • Hvør venur
  • Vit venja
  • Nevnd & Samband
    • Børn - U8 /U6
  • Dystir hesa vikuna
  • Myndir
    • Liðmyndir 2018/19
    • Liðmyndir 2017/18
    • Liðmyndir 2016/17
    • Leikaramenning
    • Gullmyndir
    • Myndir 2017/18
    • Myndir 2016/17
    • Myndir 2012/13
    • Myndir 2011/12
    • eldri myndir

Stjørnan
hondbóltur fyri øll

Stjørnan longt sáttmálan við Per Klarup

15/1/2017

Comments

 
Stjørnan hevur í dag longt sáttmálan við danska venjaran Per Klarup, soleiðis at hann nú eisini verður høvuðsvenjari hjá Stjørnuni kappingarárið 2017/2018.

Annika Ljóstein, sum hevur verið hjálparvenjari, hevur valt at taka sær av øðrum ítróttarligum avbjóðingum og hevur leiðslan tí í dag eisini sett Carsten W. Andersen sum hjálparvenjara.

Stjørnan er ígongd við at menna seg aftur eftir nøkur heldur slævin ár, og unditøkan og áhugin fyri at venja við Stjørnuni er vaksandi umframt at úrslitini í flestu deildum taka seg fram og sær tað bæði spennandi og lovandi út við kvinnuhondbóltinum í Klaksvík.

Sjálvt um hetta kappingarárið ikki er farið afturum enn, so eru nevnd og leiðsla longu farin ígongd við fyrireikingararbeiðið til næsta kappingarár. Nevndin er sera fegin um, at samstarvið við Per Klarup heldur áfram, og er sera væl nøgd við gongdina av framhaldandi menning av hondbóltinum í Klaksvík.

Stjørnan, sum er ein deild hjá Klaksvíkar Ítrottarfelag (KÍ) hevur egna nevnd, sum burturav tekur sær av hondbóltsleiðsluni.

Í nevndini sita: Jastrid Gullaksen, forkvinna – Hanna Brandal, næstforkvinna – Símun Gullaksen, kassameistari – Anna Kristina Samson, Una Váðklett, Jákup Mikkelsen og Oliver Joensen.


Comments

    Høvuðsstuðlar:

    Picture
    Picture
    Picture

    Aðrir stuðlar
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture

    Úrslitatænastan



Stjørnan - t-postur: info@stjornan.com