Stjørnan

  • Tilmelding
  • Hvør venur
  • Vit venja
  • Nevnd & Samband
    • Børn - U8 /U6
  • Dystir hesa vikuna
  • Myndir
    • Liðmyndir 2018/19
    • Liðmyndir 2017/18
    • Liðmyndir 2016/17
    • Leikaramenning
    • Gullmyndir
    • Myndir 2017/18
    • Myndir 2016/17
    • Myndir 2012/13
    • Myndir 2011/12
    • eldri myndir
  • Tilmelding
  • Hvør venur
  • Vit venja
  • Nevnd & Samband
    • Børn - U8 /U6
  • Dystir hesa vikuna
  • Myndir
    • Liðmyndir 2018/19
    • Liðmyndir 2017/18
    • Liðmyndir 2016/17
    • Leikaramenning
    • Gullmyndir
    • Myndir 2017/18
    • Myndir 2016/17
    • Myndir 2012/13
    • Myndir 2011/12
    • eldri myndir

Stjørnan
hondbóltur fyri øll

Stjørnan snávaði í Vági

16/1/2011

Comments

 
Picture
Við tapinum móti VB í dag hevur Stjørnan mist oddasessin, tær hava sitið á síðani kappingarbyrjan

Stjørnan hevur mangan havt tað trupult suðri í Vági, og dysturin í dag var onki undantak. VB tók leiðsluna beinanvegin og var eitt skifti í fyrra hávlleiki á odda 10-4. Stjørnan fekk tó minka nakað um munin áðrenn farið varð til hálvleiks.

Ikki fyri at taka nakað frá VB, men Stjørnuliðið rættiliga skert í dag. Sum kunnugt, so er Durita Christoffersen farin til Danmarkar í lestrarørindum. Alina, sum er komin aftur til Stjørnuna leika, sat fyri tað mesta á bonkin. Hon fekk ein skaða í beinið í steypadystinum móti StÌF hóskvøldið, og hesin skaðin darvar hana so mikið nógv, at hon ikki var før fyri at leika í dag. Tað sama gjørdi seg galdandi hjá Valentinu. Hon hevur seinastu tíðina havt trupuleikar við økslini, og hesin skaðin hevði við sær, at hon illa fekk spælt, og sat hon á bonkinum stóran part av dystinum í dag. Av tí sama gekk álopsspælið hjá Stjørnin rættilig illa. Nógv mistøk blivu gjørd, sum blivu revsaði við skjótálopum frá VB. Endaliga úrslitið gjørdist, at VB vann 31-23.

Støðan í oddinum er nú, at Neistin er á odda við 23 stigum fyri 14 dystin. Tjaldur er á øðrum plássi við 21 stigum fyri 13 dystin. Á triðja plássi er Stjørnan við 20 stigum fyri 13 dystir.
 
Comments

    Høvuðsstuðlar:

    Picture
    Picture
    Picture

    Aðrir stuðlar
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture

    Úrslitatænastan



Stjørnan - t-postur: info@stjornan.com