Stjørnan

  • nýtt
  • Tilmelding
  • Hvør venur
  • Vit venja
  • Nevnd & Samband
    • Børn - U8 /U6
  • Dystir hesa vikuna
  • Myndir
    • Liðmyndir 2018/19
    • Liðmyndir 2017/18
    • Liðmyndir 2016/17
    • Leikaramenning
    • Gullmyndir
    • Myndir 2017/18
    • Myndir 2016/17
    • Myndir 2012/13
    • Myndir 2011/12
    • eldri myndir
  • nýtt
  • Tilmelding
  • Hvør venur
  • Vit venja
  • Nevnd & Samband
    • Børn - U8 /U6
  • Dystir hesa vikuna
  • Myndir
    • Liðmyndir 2018/19
    • Liðmyndir 2017/18
    • Liðmyndir 2016/17
    • Leikaramenning
    • Gullmyndir
    • Myndir 2017/18
    • Myndir 2016/17
    • Myndir 2012/13
    • Myndir 2011/12
    • eldri myndir

Stjørnan tapti í Vági

5/4/2021

Comments

 
Picture
Skrivað hevur: Norðlýsið
Kvinnurnar hjá Stjørnuni hava í dag veriði suðuri í Vági og leikt aðru hálvfinaluna í endaspælinum í niðara bólki í móti VB.

Eftir greiðan 31-20 sigur á heimavølli í fyrstu hálvfinaluni, hevði Stjørnan eitt gott úgangsstøði undan dystinum í dag, men VB vildi tað øðrvísi. Tað gekk javnt á fyrru helvt av fyrra hálvleiki, men so kom stígur í hjá Stjørnuni, serliga var tað verjuparturin sum ikki riggaði. Hálvleiksstøðan gjørdist 18-11 til VB.

Í seinna hálvleiki riggaði verjuparturin betur hjá Stjørnuni, og fingu tær støðugt minkað um leiðsluna hjá VB. Munurin minkaði heilt niður á tvey mál, men nærri kom Stjørnan ikki. Ikki tí, møguleikarnir til at taka leiðsluna vóru fleiri, men Stjørnan tók ikki av, við m.a. tveimum  misnýttum brotskøstum og misnýttir upplagdum málmøguleikum.

Endaliga úrslitið gjørdist ein sigur til VB uppá 27-24. Sostatt skal ein triðja hálvfinala leikast. Eftir skránni skal hon leikast í Vági komandi hóskvøld.


Comments

    Høvuðsstuðlar:

    Picture
    Picture
    Picture

    Aðrir stuðlar
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture

    Úrslitatænastan



Stjørnan - t-postur: [email protected]