Tað var undirhald fyri allar pengarnar, tá okkara kvinnur tóku móti oddaliðnum Tjaldur. Ein nærum fullsett høll, og rættiliga góður stemningur. Hallarspeakarin Otto Jacobsen setti sum so mangan sín serliga dám á.
Eftir at tað hevur gingið heldur strilti hjá okkara kvinnum seinastu dystirnar, har tær eftir tapið í Vági mistu oddasessin, var sera umráðandi fyri tær at vinna á Tjaldur. Tær vóru eisini sera uppsettar, og stríddust fyri hvørjum bólti. Eftir eina javna byrjan fingu okkara kvinnur eina leiðslu uppá 4-5 mál, og eftir tað hildu tær Tjaldur aftanfyri seg, tað sum eftir var av dystinum. Tjaldurskvinnurnar stríddust eisini væl, og fingu onkra løtu minkað um munin til eitt mál, men færri komu tær ikki. Sum dysturin leið, gingu kredtirnar hjá tjaldurskvinnunum undan. Tað eru stórt sæð somu leikarar hjá teimum sum eru á vøllini allan dystin, og tað hava tær ikki orku til. Hinvegin hevur okkara lið fleiri streingir at spæla uppá, og tað gevur møguleikar til, at leikarnir fáa neyðugu hvíldina. Seinastu løtuna runnu okkara kvinnur frá Tjaldrinum og vunnu ein tryggan 30-23 sigur. Við sigrinum eru tær aftur á odda, men kappingin er framvegis sera spennandi. Nú øll oddaliðini hava leikt 16 dystir, er Stjørnan á odda við 26 stigum, Tjaldur er nummar tvey við 25 stigum, og á triðja plássi er Neistin við 24 stigum. |
Høvuðsstuðlar:
Aðrir stuðlar
Úrslitatænastan
|