Nógv hevur verið tosað um og fyrireikað til Stjørnuhugnan, týskvøldið tann 6. desember, og sigast má, at vit øll vóru tikin av bóli, tá klokkan nærkaðist 18 og inn komu streymur av stjørnuleikarum við systkjum, mammum, ommum, abbum og mostrum....ja uppmøtingin var einastandandi og ikki treyt á við góðum hjálparfólki av øllum møguligum slag. Kvøldið er fyriskipað sum ein menning av samanhaldinum í Stjørnan, har allar deildur vóru bjóðaðar til ein Stjørnuhugna har leikarar, hjálparfólk, systkin og familjur annars saman kunnu vera inni á vøllinum, har vit øll hava okkara gerandisgongd og brúka nógvar tímar, men hesuferð saman, hóast aldur og eisini saman við familju okkara. Eitt kvøld við ítrótti og har tað skal vera stuttligt at spæla hondbólt:) Per Klarup, sum er høvuðs- og ungdómsvenjari hjá Stjørnuni stóð fyri at fyriskipað tí torføru uppgávu at gera spøl, sum vit øll kundu vera felags um og luttaka í og hetta gjørdi hann framúr gott. Vøllurin í KÍ høllini var býttur upp í fleiri banar, har teir ymsu bólkarnir royndu seg í alskyns kappingum, í ymiskum bóltspølum og ymiskum øðrum. Her var nakað fyri øll, og tó hevði hann nakað við hondbólt at gera í øllum spølum, soleiðis at øll fingu sína avbjóðing. Eftir kappingarnar á vøllinum fingu vit heilt óvantað vitjan av jólamanninum, sum hevði fingið stóra hjálp frá Kjølbro Heilsølu við at gera pakkar til øll. So varð bjóðað til rís a la mande frá kakulistanum hjá Stjørnuni og eisini fingu øll leskiligt jólabrús frá Føroya Bjór. Stjørnan ynskir at takka so hjartaliga fyri, at tit øll gjørdu okkum dagin so minniríkan og hugnaligan og ynskja eisini at takka stuðlum okkara Føroya Bjór og Kjølbro heilsølu og Norðlýsið fyri hjálpina og fyri at hetta tiltakið gjørdis møguligt - og ikki minst øllum leikarum og hjálparfólki. Stóra takk øll somul:) STJØRNAN Fyrst um dagin vandu g10 og g12 og nógv lív var í høllini og ikki minst spenningur til kl. 18 Myndirnar frá Norðlýsinum tala fyri seg:
|
Høvuðsstuðlar:
Aðrir stuðlar
Úrslitatænastan
|