Stjørnan er byrjað at venja fyri veturin og gleðiligt er at síggja at fleiri og fleiri leikarar ynskja at læra at spæla hondbólt. Tilgongdin hevur verið so mikið stór at neyðugt er at melda fleiri lið til í fleiri aldursbólkum hetta kappingarár. Hetta er sjálvsagt sera gleðiligt, men krevur eisini meir av felagnum og hevur tí verið neyðugt at sett fleiri hjálparvenjarar til hvønn aldurbólk, soleiðis at vit hava vaksin fólk kring børnini, men eisini er neyðugt at seta fleiri ungar venjarar til.
Stjørnan setti seg tí í samband við høvuðs- og ungdómsvenjara okkara Per Klarup um at hava eitt venjaraskeið við okkara egnu venjarum. Per játtaði beinaveg og í dag kundu allir Stjørnuvenjarar luttaka á venjaraskeiði fyri betri at kunna hava somu venjingarlinju allan vegin ígjøgnum venjingarnar í vetur. Lagt var eftir at vita hvat skal lærast í hvørjum aldursbólki og hvat er neyðugt at rætta til hjá hvørjum einstakum leikara í vetur. Alt fyri at menna okkara ungdóm til góðar hondbóltsleikarar og fyri at hava somu hondbóltskós. Framvegis er brúk fyri venjarum hjá Stjørnuni og enn er tað møguligt hjá teimum ungu og børnunum at byrja at spæla hondbólt við Stjørnuni í vetur. Vit ynskja at takka Per fyri eitt sera læruríkt skeið og vónandi fara vit at síggja hetta aftur í høllini. Við ítróttarkvøðu Nevndin |
Høvuðsstuðlar:
Aðrir stuðlar
Úrslitatænastan
|