Stjørnan

  • Tilmelding
  • Hvør venur
  • Vit venja
  • Nevnd & Samband
    • Børn - U8 /U6
  • Dystir hesa vikuna
  • Myndir
    • Liðmyndir 2018/19
    • Liðmyndir 2017/18
    • Liðmyndir 2016/17
    • Leikaramenning
    • Gullmyndir
    • Myndir 2017/18
    • Myndir 2016/17
    • Myndir 2012/13
    • Myndir 2011/12
    • eldri myndir
  • Tilmelding
  • Hvør venur
  • Vit venja
  • Nevnd & Samband
    • Børn - U8 /U6
  • Dystir hesa vikuna
  • Myndir
    • Liðmyndir 2018/19
    • Liðmyndir 2017/18
    • Liðmyndir 2016/17
    • Leikaramenning
    • Gullmyndir
    • Myndir 2017/18
    • Myndir 2016/17
    • Myndir 2012/13
    • Myndir 2011/12
    • eldri myndir

Stjørnan
hondbóltur fyri øll

Stórsigur til Stjørnuna

27/1/2022

Comments

 
Picture
Skrivað hevur: Norðlýsið
Tað varð ongantíð nakar ivi um, hvat betra liðið var, tá kvinnurnar hjá Stjørnuni og StÍF hittust til dyst í steypakappingin í kvøld. Stjørnan varð greitt omaná allan dystin, tær løgdu hart út, og tá leiktir vóru fýra minuttir var støðan 5-0 til Stjørnuna, og sum hálvleikurin leið, økti Stjørnan støðugt um leiðsluna. Hálvleiksstøðan varð 16-8 til Stjørnuna.                                                                                                
Stjørnan helt áfram í seinna hálvleiki, har tær sleptu í fyrra, tær øktu javnt og støðugt um leiðsluna, og endaði dysturin við stórsigri til heimaliðið 32-19.  
                                                                           
Eitt sum serliga var at fegnast um við spælinum hjá Stjørnuni var, at tær fingu fleiri mál uppá skjótaálop, nakað sum hevur mangla í undanfarnum dystum.                                                                     
Liðið hjá verandi føroyameistarum úr StÍF, er nógv viknað í mun til seinasta kappingarár. Lív S. Poulsen, sum varð ein av profilunm seinasta kappingár er farin av landinum, og japanska Haruka Gima, sum var mest eyðsýndi leikarin hjá StÍF seinasta kappingarár, er langtíðarskadd. 
                                                              
Komandi leygardag skal Stjørnan á heimavølli leika seinasta dystin í bólkaspælinum í steypakappingin, og verður tann dysturin í móti H71 2.

Málini hjá Stjørnuni í dagsins dysti skutu: Jancy Jacobsen 8, Durita C. Jojic 7, Katrin Bertholdsen 7, Mina S. Henriksen, Tóra Eliasen, Malene Madsen og Durita Ljósstein 2 mál hvør, og Joan Sørensen og Iulia Nalvik 1 mál í part.

Myndir: Norðlýsið

Comments

    Høvuðsstuðlar:

    Picture
    Picture
    Picture

    Aðrir stuðlar
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture

    Úrslitatænastan



Stjørnan - t-postur: info@stjornan.com