Stjørnan

  • Tilmelding
  • Hvør venur
  • Vit venja
  • Nevnd & Samband
    • Børn - U8 /U6
  • Dystir hesa vikuna
  • Myndir
    • Liðmyndir 2018/19
    • Liðmyndir 2017/18
    • Liðmyndir 2016/17
    • Leikaramenning
    • Gullmyndir
    • Myndir 2017/18
    • Myndir 2016/17
    • Myndir 2012/13
    • Myndir 2011/12
    • eldri myndir
  • Tilmelding
  • Hvør venur
  • Vit venja
  • Nevnd & Samband
    • Børn - U8 /U6
  • Dystir hesa vikuna
  • Myndir
    • Liðmyndir 2018/19
    • Liðmyndir 2017/18
    • Liðmyndir 2016/17
    • Leikaramenning
    • Gullmyndir
    • Myndir 2017/18
    • Myndir 2016/17
    • Myndir 2012/13
    • Myndir 2011/12
    • eldri myndir

Stjørnan
hondbóltur fyri øll

Taptu við 10 málum og brendu 15 upplagdar málmøguleikar

28/10/2016

Comments

 
Picture
Norðlýsið skrivar:
Tá eitt lið brennur einar 15 upplagdar málmøguleikar, verður trupult at vinna. Tað kann man siga um dystin í kvøld millum kvinnurnar hjá Stjørnuni og VB.

VB kom betur frá byrjan, og var á odda fýra málum áðrenn Stjørnan fekk sítt fyrsta mál, og sum fyrri hálvleikur leið, so økti VB støðugt um leiðsluna. Tá 22 minuttir vóru leiktir, var støða 16-8 til VB. Teir seinastu minuttirnar fekk Stjørnan minkað um munin, soleiðis at hálvleiksstøðan var 17-12 til VB.

Stjørnan byrjaði væl í seinna hálvleiki, og tá 5 minuttir vóru leiktir, var leiðslan hjá VB minað til trý mál, men nærri kom Stjørnan ikki, hóast møguleikarnir vór til tað. Liðini skiftust um at skora til umleið 10 minuttir vóur eftir at leika, tá kom stígur í hjá Stjørnuni. Seinastu løtuna fekk Stjørnan bert 3 mál, meðan VB skoraði átta ferðir, soleiðis at endaliga úrslitið gjørdist ein sigur til VB uppá 33-23.
Samumtikið VB var rætti vinnarin, men leikliga var munurin ikki so stórur á liðnumum. Sum nevnt so brendi Stjørnan alt og nógvar upplagdar málmøguleikar. Hóast alt glottar at hóma á Stjørnunliðnum. Tað var stuttligt at sýggja skjótu og ágrýtnu 17 ára gomlu Sonju Sirdal. Hon leikti ein góðan dyst, eisini var tað hugaligt at sýggja Duritu Ljósstein á liðnum aftur. Hon gevur spælinum meira breidd, og gjørdist eisini toppskjytti hjá Stjørnuni við 8 málum, meðan Sonja Sirdal gjørdi 6 mál.

Hjá VB gjørdist Danijela Mistric besti málsjýtti við 10 málum.

Næsti dystur hjá Stjørnuni verður sunnudagin á heimvølli móti StÍF. Dystsurin byrjar kl. 15.


Comments

    Høvuðsstuðlar:

    Picture
    Picture
    Picture

    Aðrir stuðlar
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture

    Úrslitatænastan



Stjørnan - t-postur: info@stjornan.com