Til Havnar vit fara Leygardagin fara kvinna og maður av húsum til Havnar at stuðla Stjørnuni.
Um vikuskifti skulu steypafinalurnar í hondbólti í øllum deildum avgreiðast. Leygardagin verða finalurnar hjá kvinnum og monnum leiktar, og sunnudagin eru tað finalurnar hjá teimum yngru sum eru á skránni. Hjá okkum hava tvey lið leikt seg í steypafinalu. Tað er, sum flestu kunnugt, kvinnurnar, sum skulu leika móti VB, og so hava gentur 14 eisini leikt seg í steypafinaluna, har mótstøðuliðið er Kyndli. Tað verður gjørt rættiliga nógv burturúr, bæði hjá teimum vaksnu og teimum ungu. Serlig fokus er á finalurnar hjá kvinnunum og monnunum leygardagin. Bæði sjónvarp og útvarp senda beinleiðis frá dystunum. Sjálvandi eru vit rættilga spent uppá, hvussu okkara kvinnur fara at klára seg. Hetta er níggjunda árið á rað, at tær eru í steypafinaluna. Tað má sigast at vera ótrúðliga flott. Vit trúgva uppá okkara kvinnur Tað er trupult at meta um úrslitið. Vit rokna við einum jøvnum og spenndandi dysti. Stjørnan og VB hava higartil í landskappingini leikt tríggjar dystir móti hvørjum øðrum. Teir hava allir verið javnir og spennandi. VB hevur vunnið tveir, meðan okkara kvinnur hava vunnið ein. Tað hevur gingið rímiliga gott hjá okkara kvinnum seinastu dystirnar, so vit trúgva uppá, at tær draga logra stráið leygardagin. Men tað krevur eisini, at tær eru klárar frá fyrsta bríksli av, og geva alt tað tær og eitt sindur afturat, og tað ivast vit ikki í, at tær gera. Besta dømi uppá tað er avrikið í seinnu hálvfinaluni móti Neistanum Umráðandi við góðum stuðli Tað plagar ikki at standa á hjá okkara kvinnum at fáa stuðul frá trúgvu viðhaldsfólkunum til slíkar avgerandi dystir. Tað er eisini ógvuliga umráðandi, at leikarnir merkja stuðulin frá viðhaldsfólkunum uttanum vøllin, so vit heita allar norðoyingar og viðhaldsfólk hjá Stjørnuni annars um at møta mannsterk upp í høllini á Hálsi leygardagin. Dysturin byrjar kl. 13:30, og heitt verður á fólk um at møta í góðari tíð. Koyr á Stjørnan!! |
Høvuðsstuðlar:
Aðrir stuðlar
Úrslitatænastan
|