Stjørnan

  • Tilmelding
  • Hvør venur
  • Vit venja
  • Nevnd & Samband
    • Børn - U8 /U6
  • Dystir hesa vikuna
  • Myndir
    • Liðmyndir 2018/19
    • Liðmyndir 2017/18
    • Liðmyndir 2016/17
    • Leikaramenning
    • Gullmyndir
    • Myndir 2017/18
    • Myndir 2016/17
    • Myndir 2012/13
    • Myndir 2011/12
    • eldri myndir
  • Tilmelding
  • Hvør venur
  • Vit venja
  • Nevnd & Samband
    • Børn - U8 /U6
  • Dystir hesa vikuna
  • Myndir
    • Liðmyndir 2018/19
    • Liðmyndir 2017/18
    • Liðmyndir 2016/17
    • Leikaramenning
    • Gullmyndir
    • Myndir 2017/18
    • Myndir 2016/17
    • Myndir 2012/13
    • Myndir 2011/12
    • eldri myndir

Stjørnan
hondbóltur fyri øll

Tóku ikki av

11/3/2012

Comments

 
Picture
Okkara kvinnur høvdu í dag møguleika at øka um munin niður til VB í stríðum eitt fm-finalupláss, tá tær í dag á heimavølli leiktu móti Kyndli, men tær tóku ikki av. Kyndil var greitt betra liðið, og vann uppiborið 26-23, eftir hálvleiksstøðuna16-10 til Kyndil.

Tað var munur á, at innsatsurin frá okkara leikarum var betur í dystinum móti VB fyri viku síðani. Kyndleikarnir vóru nógv meira uppsettir, og leiktu eisini í løtum væl, men okkara leikarar gjørdu ikki uppgávuna hjá Kyndli serliga trupla. Verjuparturin var als ikki nøktandi. Kyndlaleikarnir komu alt ov lætt í gjøgnum, og fingu skorað.

Frá um miðan seinna hálvleik og næstu 10 minuttirnar gekk betur hjá okkara kvinnum. Hesa løtuna eydnaðist tað teimum at skora seks mál, meðan Kyndil onki mál fekk, og so stóð á jøvnum, men so gekk ikki meir. Næstu løtuna skoraði Kyndil fýra ferðir, meðan okkara kvinnu bert fingu eitt mál.

Tað skal “sterkari lútur” til týskvøldið  Longur týskvøldið skulu okkara kvinnur aftur í eldin. Tá fáa tær vitjan av oddaliðnum Neistin. Skulu okkara kvinnur gera sær vónir um at vinna tann dystin, so skal “sterkari lútur” til, enn hvat brúktur varð í dag. Og tað ivast vit ikki í, at tað verður.

Tapa okkara kvinnur dystin, eru tær aftur javnar við VB í stigum, so tað er umráðandi fáa stig í týskvøldið.

Vónandi møta norðoyingar mannsterkir upp til dystin, fyri at stuðla okkara kvinnum.

Koyr á Stjørnan!!


Mynd: Norðlýsið

  

Comments

    Høvuðsstuðlar:

    Picture
    Picture
    Picture

    Aðrir stuðlar
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture

    Úrslitatænastan



Stjørnan - t-postur: info@stjornan.com