Vit vóru framvið í KÍ-høllini hóskvøldið, tá kvinnurnar vandu, og løgdu seinastu hond á fyrireikingarnar undan fyrsta fm-finaludystinum móti Neistanum í Høllini á Hálsi sunnudagin. Hýrurin á leikarunum var góður. Rógvi Nielsen venjari segði, at sum tað sá út nú, so hevði hann allar leikarar tøkar til dystin. Hann vildi tó ikki avdúka, hvat uppleggið til dystin bleiv.
Vit fingu eisini orðið á onkrar av leikarunum, og søgdu tær, at tær vóru rættiliga spentar og uppsettar til dystin. Tær ætlaðu sær so avgjørt at royna at endurvinna fm-heitið. Tær bóðu okkum heilsa og siga, at tær vónaðu at norðoyingar, sum altíð, møttu mannsterkir upp, fyri at stuðla teimum, tí tað fór tað uttan iva at verða brúk fyri. Vit ynskja okkara kvinnum alt tað besta. Koyra á Stjørnan!!! |
Komandi dystir
STEYPAKAPPING
Kyndil - Stjørnan sunnudagin 17. februar kl. 14.00 Høllin á Hálsi 1. deild
Stjørnan - VÍF sunnudagin 10. mars kl. 16.30 KÍ-høllin Høvuðsstuðlar:
Aðrir stuðlar
Úrslitatænastan
|