juli 2009 komu hjúnini Valentina og Cristian Susiu úr Rumenia til Klaksvíkar. Valentina hevði gjørt avtalu við Stjørnuna um, at hon skuldi leika við besta kvinnuliðnum hjá Stjørnuni.
Heimasíðan hevur havt eitt prát við Valentinu. Valentina sigur, at tað var Bogdan, sum er úr Rumenia, og sum nú í nøkur ár hevur virkað sum venjari í Føroyum, sum eftir áheitan frá Stjørnuni, setti seg í samband við hana. Stjørnan leitaði eftir einum leikara til høgra bakk. Úrslitið varð, at hon gjørdi avtalu við Stjørnuna. Umframt at leika hondbólt, var ein partur av avtaluni, at hon og maðurin skuldu arbeiða á laksakryvivirkinum hjá Bakkafrost í Klaksvík. Víðari sigur Valentina, at tey kendu als onki til Føroyar, so tey vóru rættiliga spent uppá at koma til hetta lítla landi í norðuratlantshavinum. Tey koma úr Bukarest, sum er høvðsstaðurin í Rumenia. Í einum stórbýi sum Bukarest koma fólk ikki so nógv hvørjum øðrum við. Tað er ørvísi her í Føroyum, øll eru meira viðkomandi. Vit eru sera vælmóttikin her í Klaksvík, bæði í Stjørnuni og á arbeiðsplásinum, so vit stórtrivast í Klaksvík. Tá vit spyrja Valentinu um hennara hondbóltskarieru, sigur hon, at hon m.a. í fleiri ár hevur leikt við rumenska liðnum Rulmetul-Brasov, og við hesum liðnum hevur hon vunnið bæði meistaraheitið og steypakappingina. Eitt ári leikti hon hondbólt í Íslandi. Hon leikti við liði av Vestmannaoyggjunum, men í Íslandi treivst hon ikki so væl. Um støði á føroyskum hondbólti sigur Valentina, at sjálvandi er tað ikki á sama støði sum í Rumenia, men hon heldur, at fýra tey ovastu liðini føroysku kappingini eru rímiliga góð og jøvn, og tað ger kappingina spennandi og áhugaverda. Valentina skoytir uppí, at tað var ótruliga stuttligt at vera ein partur av stjørnuliðnum, sum í fjørð vann greipuna. Finaluna í steypakappingini taptu vit í ár, tað var spell, men nú stendur so fm-finalan fyri framman. Nú mugu vit seta øll segl, fyri at endurvinna meistaraheitið. Ikki minst stuðulin frá áskoðarunum hevur stóran týdning. Til spurningin um nakað er, tey sakna her í Føroyum, svarar Valentina, at hon saknar sólina. Veðrið í Føroyum er í so tungt og grátt, í mun til tað hon er von við, men annars heldur hon, at Føroyar er eitt deiligt og vakurt land. Vit takka Valentinu fyri prátið, og ynskja henni og manninum alt tað best í framtíðini. |
Høvuðsstuðlar:
Aðrir stuðlar
Úrslitatænastan
|