Stjørnan

  • Tilmelding
  • Hvør venur
  • Vit venja
  • Nevnd & Samband
    • Børn - U8 /U6
  • Dystir hesa vikuna
  • Myndir
    • Liðmyndir 2018/19
    • Liðmyndir 2017/18
    • Liðmyndir 2016/17
    • Leikaramenning
    • Gullmyndir
    • Myndir 2017/18
    • Myndir 2016/17
    • Myndir 2012/13
    • Myndir 2011/12
    • eldri myndir
  • Tilmelding
  • Hvør venur
  • Vit venja
  • Nevnd & Samband
    • Børn - U8 /U6
  • Dystir hesa vikuna
  • Myndir
    • Liðmyndir 2018/19
    • Liðmyndir 2017/18
    • Liðmyndir 2016/17
    • Leikaramenning
    • Gullmyndir
    • Myndir 2017/18
    • Myndir 2016/17
    • Myndir 2012/13
    • Myndir 2011/12
    • eldri myndir

Stjørnan
hondbóltur fyri øll

Tvey týdningamikil stig

12/12/2011

Comments

 
Tvey týdningamikil stig Lagt varð upp til ein spennandi dyst, tá okkara kvinnur í dag tóku móti Kyndli. Bæði liðini eru við í kappingini um náa einum fm-finaluplássi, so tað sera umráðandi hjá báðum liðunum at vinna.

Dysturin bleiv eisini rættiliga javnur og spennandi. Spælið var kanska ikki tað besta, men liðini bæði stríddust fyri sakini.

Tað var sjálvdan talan um meira enn eitt og tvey mál á muni, og vóru tað fyri tað mesta okkara kvinnur sum høvdu munin. Eitt skifti í seinna hálvleiki hvødu okkara kvinnur eina leiðslu uppá fýra mál, men kyndilskvinnurnar blivu við at hanga í, og fingu minkað um munin til eitt mál, men nærri komu tær ikki.

Endin var, at okkara kvinnu vunnu 24-22, og fingu harvið tvey kærkomin stig í kappingini um eitt finalupláss um fm-heitið.

Kanska var spælið hjá okkara kvinnum ikki av tí besta, men stríðsviljanum bæddi onki. Tær stríddust allar sum ein fyri sakini, og tað gav eisini úrslit. Tillukku við tí.

Nógv umfør eru eftir at leika, so enn kann nógv henda, men við sigrinum á Kyndli eru okkara framvegis á øðrum plássi.

Til Runavíkar mikukvøldið Dysturin móti Kyndli var seinasti landskappingardystur hjá okkara kvinnum fyri jól, men longu mikukvøldið skulu tær út til Runavíkar at leika fjóðringsfinalu í steypakappingini móti Tjaldur, og tað er ein dystur sum skal vinnast.

Vónandi koma nógv viðhaldsfólk við til Runavíkar mikukvøldið fyri at stuðla okkara kvinnum. Dysturin byrjar kl. 19:30.

Comments

    Høvuðsstuðlar:

    Picture
    Picture
    Picture

    Aðrir stuðlar
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture

    Úrslitatænastan



Stjørnan - t-postur: info@stjornan.com