Stjørnan

  • Tilmelding
  • Hvør venur
  • Vit venja
  • Nevnd & Samband
    • Børn - U8 /U6
  • Dystir hesa vikuna
  • Myndir
    • Liðmyndir 2018/19
    • Liðmyndir 2017/18
    • Liðmyndir 2016/17
    • Leikaramenning
    • Gullmyndir
    • Myndir 2017/18
    • Myndir 2016/17
    • Myndir 2012/13
    • Myndir 2011/12
    • eldri myndir
  • Tilmelding
  • Hvør venur
  • Vit venja
  • Nevnd & Samband
    • Børn - U8 /U6
  • Dystir hesa vikuna
  • Myndir
    • Liðmyndir 2018/19
    • Liðmyndir 2017/18
    • Liðmyndir 2016/17
    • Leikaramenning
    • Gullmyndir
    • Myndir 2017/18
    • Myndir 2016/17
    • Myndir 2012/13
    • Myndir 2011/12
    • eldri myndir

Stjørnan
hondbóltur fyri øll

Týdningarmikil sigur til Stjørnuna

12/12/2021

Comments

 
Picture
Skrivað hevur: Norðlýsið
Við einum 25-20 sigri á StÍF í dag økti Stjørnan munandi um møguleikarnar at verða millum fýra tey bestu liðini, tá innleikandi kappining endar, og harvið verða eitt teimum fýra liðunum, sum skulu kappast um meistaraheitið. 
                                                                                                                   
Tað gekk javnt á fyrstu 10 minuttirnar, men so kom stígur í hjá StÍF, og næstu 10 minuttirnar skorðaði Stjørnan sjey mál, meðan StÍF onki mál fekk. Tó fekk StÍF minkað um munin áðrenn hálvleik, soleiðis at hálvleiksstøðan gjørdist 13-10 til heimaliðið. 
                                                                                            
Stjørnan hevði leiðsluna allan seinna hálvleik, men spenningur var í stóran part av hálvleikinum, men ímóti endanum av dystinum fekk Stjørnan nøkur skjót mál, soleiðis at dysturin endaði við einum 25-20 sigri til heimaliðið.                                                                                                                                                          
Støðan, eftir dystirnar í dag, er, at H71 er oddalið við 21 stigum, Kyndil er á øðrum plássi við 17 stigum, Neistin er á triðja plássi við 16 stigum, Stjørnan hevur 14 stig á fjóðra plássi, meðan StÍF er á fimta plássi við 8 stigum . Aftast eru VB og EB við tveimum stigum í part.                                                                                     
Næsti dystur hjá Stjørnuni verður á heimavølli komandi leygardag, tá VB kemur á vtjan.

Málskjúttar hjá Stjørnuni í dag: Tóra Eliasen 5, Jancy Jacobsen, Durita C. Jojic og Joan Sørensen 4 mál hvør, Julia Nalviko, og Kartirn Bertholdsen 3 mál hvør, og Mina S Henriksen og Malene Madsen hvør sítt mál.

NB. Í samband við dystin, varð ein kurv við alskyns vørum og góðgæti burturlutað ímillum atgongumerkini. Tað gjørdist Elsa Thomina Biskopstø Joensen, ið vann kurvuna.

Myndir: Norðlýsið

Comments

    Høvuðsstuðlar:

    Picture
    Picture
    Picture

    Aðrir stuðlar
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture

    Úrslitatænastan



Stjørnan - t-postur: info@stjornan.com