Heili 27 børn møttu til venjingina í dag hjá U6/U8 Hvønn mánadag frá kl. 14.00 - 15.00 er hondbóltur fyri børn í aldrinum 6 ár, 7 og 8 ár og í dag vóru heili 27 børn í hesum aldrinum, ið høvdu leita sær niðan í høllina at spæla hondbólt. Vit fegnast um at undirtøkan er so stór, og eru tað fleiri ið ynskja at spæla hondbólt skulu tit vera hjartaliga vælkomin komandi mánadag kl. 14. Tað er Joan Heinesen, ið venur U6/U8 og fegnast kunnu vit í leiðsluni um at onkur av foreldrunum eisini meldaðu seg til at hjálpa við venjingini. Eftir venjingina fingu børnini sunkist frá Kjølbro Heilsølu við tað at fyrstu venjingarnar eru byrjaðar og tíð var at sita og práta eina løtu. Tær fyrstu venjingarnar hjá U6/U8 eru ókeypis, soleiðis at børnini kunnu royna hondbólt sum ítróttargrein. Limagjaldið fyri U6/U8 er ásett at vera kr. 100,- fyri alt kappingarárið og verður hetta goldið miðskeiðis í september mánaða. Ynskir tú at vita meira um hondbólt fyri børn, kanst tú lesa um spælireglarnar her >> Nakrar myndir frá venjingini ídag: |
Høvuðsstuðlar:
Aðrir stuðlar
Úrslitatænastan
|