Stjørnan

  • Tilmelding
  • Hvør venur
  • Vit venja
  • Nevnd & Samband
    • Børn - U8 /U6
  • Dystir hesa vikuna
  • Myndir
    • Liðmyndir 2018/19
    • Liðmyndir 2017/18
    • Liðmyndir 2016/17
    • Leikaramenning
    • Gullmyndir
    • Myndir 2017/18
    • Myndir 2016/17
    • Myndir 2012/13
    • Myndir 2011/12
    • eldri myndir
  • Tilmelding
  • Hvør venur
  • Vit venja
  • Nevnd & Samband
    • Børn - U8 /U6
  • Dystir hesa vikuna
  • Myndir
    • Liðmyndir 2018/19
    • Liðmyndir 2017/18
    • Liðmyndir 2016/17
    • Leikaramenning
    • Gullmyndir
    • Myndir 2017/18
    • Myndir 2016/17
    • Myndir 2012/13
    • Myndir 2011/12
    • eldri myndir

Stjørnan
hondbóltur fyri øll

Væleydnað U8 kapping í Klaksvík um vikuskifti

12/3/2017

Comments

 
Picture

U8/U6 Stjørnan b

Picture

U8/U6 Stjørnan a

Leygardagin 11. mars var sætta kappingin fyri U8 í ár og hesuferð var tað Stjørnan, sum var vertur. Ein hondbóltskapping fyri tey minstu børnini, har spælt verður í bólkum og bólkarnir verða býttir upp eftir aldri og eisini eftir førleika. Tilsamans sjey U8-kappingar verða skipaðar hetta kappingarárið.

Heili 17 lið vóru tilmeldaði og høvdu vit í Stjørnuni tilmeldað 2 lið. Eitt við børnum í 1. og 2. flokki og eitt við børnum undir skúlaaldur og sigast kann at hetta gjørdist ein sera stuttligur og rokaligur dagur við nógvum hondbólti og nógvum foreldrum, ommum og abbum í høllini.

Stuttligt var at síggja hvussu nógv liðini hava tikið seg fram og ynskja vit at takka fyri at so nógv vaskin fólk góvu eina hjálpandi hond hendan dagin, soleiðis at alt eydnaðis væl.

Komandi kapping og eisini tann seinasta í hesum kappingarárinum verður 1. apríl 2017 í Runavík, og tá er tað hondbóltsfelagið Tjaldur, sum verður vertur.

Um nakar ynskir at melda sítt barn til hondbólt, so er enn møguligt at gera tað. Størnan venur hvønn mánadag kl. 14-15, har Per Klarup og Joan Heinesen standa fyri venjingini og øll eru hjartaliga vælkomin! Tað er bara at møta upp:)


Myndir frá kappingini:

Comments

    Høvuðsstuðlar:

    Picture
    Picture
    Picture

    Aðrir stuðlar
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture

    Úrslitatænastan



Stjørnan - t-postur: info@stjornan.com