Klaksvíkar Kommuna er í samstarvi við Fólkaheilsuráðið um verkætlanina ”ABC fyri sálarliga heilsu”, sum er ein verkætlan, ið snýr seg um, at vera virkin , vera saman og vera hugbundin. Í tí sambandi kallaði Klaksvíkar kommuna inn til felagsfund fyri øll ítróttarfeløg um at øll feløguni hvør í sær vikuna fram til 6. apríl at hava opið hús, so at børn/ung kunna sleppa at royna allar ítróttargreinirnar gjøgnum eina viku. - Hetta er í sambandi við, at ÍSF verður 80 ár 6. apríl, har ætlanin so er at enda við einum felagsdegi í ítróttarhøllini. Stjørnan og Team Klaksvík skipaðu so í gjár fyri at bjóða øllum til opið hús, har felagsvenjingar vóru og høvið var at royna tað at spæla hondbólt. Kí-høllin var brúkt til upphiting og ymiskar venjingar, meðan enda varð í Badmintonhøllini, har 6 blandað lið kundi spæla dyst samstundis tvørtur um vøllin. Sera gleðiligt var at síggja, at so mong luttóku og vóru tað venjararnir hjá báðum feløgunum, ið skipaðu fyri í høllini við hjálp frá hondbóltsleikarum. Ein góður dagur, har fleiri søgdu seg at vilja royna hondbólt komandi vetur. Her eru nakrar myndir frá degnum og vit ynskja at takka øllum fyri eitt sera jaligt felagstiltak! við ítróttarkvøðu Stjørnan Myndir frá degnum: |
Høvuðsstuðlar:
Aðrir stuðlar
Úrslitatænastan
|