Skrivað hevur Norðlýsið, Oliver Joensen: VÍF-kvinnurnar vóru greiðir favorittan, tá tær í dag vitjaðu Stjørnuna. Tað gekk tó javnt á fyrstu 10 minuttirnar, men so hevði VÍF hug at draga frá, og komst tað serliga av, at Stjørnan brendi fleiri upplagdar málmøguleikar, sum blivu revsaðir við skjótum mótálopum. Hálvleiksstøðan var 17-12 til VÍF. Stjørnan byrjaði væl í seinna hálvleiki. Fyrstu tríggjar minuttirnar skoraði Stjørnan tríggjar ferðir uttan at VÍF skoraði, og so var munurin bert tvey mál, og hesin munurin helt sær til góðir 10 mimuttir vóru eftir at leika. Tá kom stígur í hjá heimaliðnum, og VÍF økti um leiðsluna, soleiðis at endaligað úrslitið gjørdist 31-25 til VÍF. Málini hjá Stjørnuni skutu: Tóra Eliasen 5, Mina Sirdal 4, Sonja Sirdal 4, Katrin Bertholdsen 3, Monika Jacobsen 3, Rannvá R. jacobsen 2, Annia M. Arge 2 og Óluva A. Joesen 1 Næsti dystur hjá Stjørnuni verður á heimavølli komandi hóskvøld kl. 18.00 móti Neistanum. Myndir: Norðlýsið |
Høvuðsstuðlar:
Aðrir stuðlar
Úrslitatænastan
|