Stjørnan

  • Tilmelding
  • Hvør venur
  • Vit venja
  • Nevnd & Samband
    • Børn - U8 /U6
  • Dystir hesa vikuna
  • Myndir
    • Liðmyndir 2018/19
    • Liðmyndir 2017/18
    • Liðmyndir 2016/17
    • Leikaramenning
    • Gullmyndir
    • Myndir 2017/18
    • Myndir 2016/17
    • Myndir 2012/13
    • Myndir 2011/12
    • eldri myndir
  • Tilmelding
  • Hvør venur
  • Vit venja
  • Nevnd & Samband
    • Børn - U8 /U6
  • Dystir hesa vikuna
  • Myndir
    • Liðmyndir 2018/19
    • Liðmyndir 2017/18
    • Liðmyndir 2016/17
    • Leikaramenning
    • Gullmyndir
    • Myndir 2017/18
    • Myndir 2016/17
    • Myndir 2012/13
    • Myndir 2011/12
    • eldri myndir

Stjørnan
hondbóltur fyri øll

Vit eru í steypafinaluni

24/1/2012

Comments

 
Picture
Picture
Við einum ótrúligum stríðvilja og við einum fantastikum stuðlu frá mongu viðhaldsfólkunum stríddu okkara kvinnur seg í kvøld í steypafinaluna





Lagt var upp til ein spennandi dyst, tá kvinnurnar hjá okkum í kvøld skuldu leika seinnu hálvfinaluna í steypakappingini í Høllini á Hálsi móti Neistanum. Sum kunnugt, so høvdu okkara kvinnur vunnið fyrru hálvfinaluna,  við einum mál, so ein javnleikur var nok, til at náa einum finaluplássi, og tað var júst tað sum hendi. Dysturin endaði við javnleiki 19-19.

Tað vóru nok tey fægstu, sum roknaðu við, at okkara kvinnurnar fóru at klára uppgávuna á útivølli móti sterku neistakvinnunum, men okkara “stjørnur” trúu allatíðina uppá tað, og tað gav úrslit, tá samanumkom.

Tað gekk javnt á stóran part av dystinum, men var tað fyri tað mesta, Neistin sum hevði munin, men okkara kvinnurnar góvu ongantíð upp og komu ferð eftir ferð afturíaftur.

Guðrun “kom sá og sigraði”
Okkara nýggi málverji serbiska Maijana Lucic byrjaði í málinum og stóð væl serliga í fyrra hálvleiki, men tá umleið 10 minuttir vóru eftir av dystinum, og støðan var 18-14 til Neistan, og tað sá onki serligt út hjá okkum, setti venjarin Guðrun í Lágabø í máli, og Guðrun “lukkaði fyri”. Hon hevði fleiri fantastiskar bjarginar, og eydnaðist tað Neistanum bert at fáa eitt mál seinastu 10 minuttirnar, meðan okkara kvinnur hesa løtuna setti bóltin fimm ferðir í kassan hjá Neistanum, og tað var akkurát tað sum skuldi til.

Tá dómarnir bríkslaðu dystin av vóru tað nakrar ovfegnar og troyttar stjørnukvinnur sum dansaðu runt á vøllinum og fegnaðust um úrslitið. Talan var virkiliga um ein stríðssiður, har allar høvdu givið alt tað tær áttu og eitt sindur afturat.

Eftir dystin var tað onkur av okkara leikarunum sum bað okkum heilsa viðhaldsfólkinum og takka fyri teirra fantastiksa stuðul.

Við úrslitinum í kvøld hava okkara kvinnurnar nýggjunda árið á rað leikt seg í steypafinalnu. Tillukku við tí. Koyr á Stjørnan!!
Comments

    Høvuðsstuðlar:

    Picture
    Picture
    Picture

    Aðrir stuðlar
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture

    Úrslitatænastan



Stjørnan - t-postur: info@stjornan.com