|
Týskvøldið 30. mars tekur Stjørnan í móti Neistanum. Dysturin byrjar kl. 18.00 og eftir dystin spæla Stjørnan og Neistin a 1. deild kvinnur. Vónandi verða vit nógv, ið stuðla okkara kvinnum! Koyr á Stjørnan! Í Fm - kappingini fyri gentur 12 vann Stjørnan gull í bólki C í dag. Endaliga støðan í bólkinum gjørdist fylgjandi: Nr. 1. Stjørnan - Nr. 2. VB - Nr. 3. ÍA Vit ynskja røske Stjørnugentunum hjartaliga til lukku við gullinum og síggja fram til at fylgja tykkum komandi kappingarár. Koyr á Stjørnan! Stjørnan hevur skrivað nýggjan sáttmála við Christoffur Gert Nielsen, ið heldur fram sum venjari kappingarár 2021/22. Stjørnan hevur eisini skrivað nýggjan sáttmála við Juliu Nalivko, ið heldur fram sum leikari komandi kappingarár. Vit eru sera fegin um, at Christoffur og Julia ynskja at halda fram í felagnum. Nevndin Stjørnan vitjar í landskappingini á Skála í dag, har tær leika móti StÍF. Dysturin byrjar kl. 14.00 og til ber at síggja dystin við at trýsta á niðanfyri leinkju: https://live.hsf.fo/programs/live-do1mtyyg4vk... Koyr á Stjørnan! Ídag var síðsta umfar í landskappingini hjá 2. deild kvinnum í Klaksvík, har okkara kvinnur vóru so raskar at vinna gull. Vit ynskja 2. deild kvinnum hjartaliga til lukku við flotta úrslitinum og síggjast aftur komandi kappingarár:) Gentur 14 hava leikt B-Steypafinaluna í dag og røsku genturnar vunnu silvur. Vár Johannessen bleiv kosin dagsins leikari í finaluni. Vit ynskja Gentur 14 hjartaliga til lukku við flotta úrslitinum:) Í dag hava Gentur 10 leikt B-Steypafinaluna og endaðu okkara gentur við at vinna silvur. Vit ynskja Gentur 10 hjartaliga til lukku við flotta úrslitinum:) Í morgin kl.09.00 spæla G10 B-Steypafinalu Og Sunnudagin kl.13.45 spæla G14 B-Steypafinalu Til ber at síggja dystirnir her https://youtube.com/channel/UC2f00y1TOckrXcYRCKst_Aw. Góða eydnu til tykkum allar - Koyri á Stjørnan! Stjørnan G16 unnu silvur í b-steypakappingini í dag. Vit ynskja G16 hjartaliga tillukku við flotta úrslitinum. Spennandi verður at fylgja tykkum komandi árini:) G12 fingu bronsu í dag í b-steypakappingini. Vit ynskja G12 hjartaliga tillukku við flotta avrikinum:) Spennandi verður at fylgja tykkum komandi árini:) Skrivað hevur: Norðlýsið Treytirnar, undan seinasta umfarinum í innleiðandi umfarinum, vóru greiðar hjá Stjørnuni, ein sigur á VB og so skuldi Neistin vinna á H71, umframt ein málmunur uppá +9 máli til H71 skuldi innheintast. Ikki kann sigast annað enn, at Stjørnan greiddi sín part av uppgávuni til fulnar. Eftir eina leiðslu í hálvleikinum uppá 17-14 ímóti VB, setti Stjørnan alt uppá pláss í seinna hálvleiki. Dysturin endaði við einum knúsandi 37-24 stigri til Stjørnuna, t.v.s. +13 mál. So var bara eftir at vóna, at Neistin megnaði at vinna á H71, men tað hendi ikki. Nakað óvantað vann H71 dystin so greitt sum 27-21. Sostatt verða Kyndil og Neistin sum møtast í aðrari hálvfinaluni, og hinari hálvfinaluni møtast StÍF og H71. At stjørnuleikararnir sita eftir við ringum smakki í munnu, nú innleiðandi umfarið er av, er onki at siga til. Serliga tá hugsað verður um útfallið av dystinum ímóti Neistanum. Eitt var, at Neistin fekk brotskast, tá bert fá sekund vóru eftir at leika, sum tær skoraðu uppá og harvið vunnu dystin við einum máli. Sum vit hava nevnt, so fær Neistin 10 brotskøst og Stjørnan onki, og harumframt fær Stjørnan 5 útvísningar og Neistin onga. At stjørnuleikarnir føla seg dømdar til at tapa dystin, er onki at siga til. Hóast alt, so hava stjørnuleikarnir nógv positivt at taka við sær frá steypakappingini, eittmáls tap ímóti Neistanum, javnleik ímóti H71, og so stórsigur á VB. Leiðslan í Stjørnuni er ikki nøgd við niðurstøðuna hjá Aganevndini, sum avvísur klaguna frá Stjørnuni í samband við dystin móti Neistanum í steypakappingini, har dómararnir í seinastu sekundunum døma brotskast til Neistan, sum hevur við sær, at Neistin vinnur dystin við einum máli. Sum Norðlýsið skilur, so hevur Stjørnan klagað avgerðina hjá Aganevndini til Dómsnevndina, tí Stjørnan metir, at tað eru viðurskifti sum ikki vóru í lagi, í samband tað sum fór fram, tá Stjørnan beint eftir dystin gjørdi vart við, at felagið klagaði um frammanfyri nevndu avgerð hjá dómarunum. Nær Dómsnevndin fer at viðgera karuna frá Stjørnuni er ógreitt, men Norðlýsið fer at fylgja málinum. Sunnudagin skal Stjørnan til Vágs at leika ímóti VB, og sum støðan er í innleiðandi bólkinum nú, so skal Stjørnan vinna dystin, samstundis sum at Neistin skal vinna á H71. Um tað hendur, so verða Stjørnan og H71 jøvn í stigum, og so er tað málmunurin, sum so verður avgerðandi, um tað verður Stjørnan ella H71 sum kemur víðari til hálvfinaluna. Undan dystunum sunnudagin er støðan tann, at málmunurin millum Stjørnuna og H71 er +9 mál til H71, men tann munurin er ikki ómøguligur at innheinta. Dysturin i Vági byrjar kl. 15.00, og verður stroymdur á live.hsf.fo. |
Aðrir stuðlar
Úrslitatænastan
|