Stjørnan

  • nýtt
  • Tilmelding
  • Hvør venur
  • Vit venja
  • Nevnd & Samband
    • Børn - U8 /U6
  • Dystir hesa vikuna
  • Myndir
    • Liðmyndir 2018/19
    • Liðmyndir 2017/18
    • Liðmyndir 2016/17
    • Leikaramenning
    • Gullmyndir
    • Myndir 2017/18
    • Myndir 2016/17
    • Myndir 2012/13
    • Myndir 2011/12
    • eldri myndir
  • nýtt
  • Tilmelding
  • Hvør venur
  • Vit venja
  • Nevnd & Samband
    • Børn - U8 /U6
  • Dystir hesa vikuna
  • Myndir
    • Liðmyndir 2018/19
    • Liðmyndir 2017/18
    • Liðmyndir 2016/17
    • Leikaramenning
    • Gullmyndir
    • Myndir 2017/18
    • Myndir 2016/17
    • Myndir 2012/13
    • Myndir 2011/12
    • eldri myndir

Stjørnan hevur bás leygardagin 25. sept.

22/9/2021

Comments

 
Picture
Hjartaliga vælkomin!

Comments

Stjørnan ímillum fýra tey bestu

20/9/2021

Comments

 
Picture
Skrivað hevur: Oliver Joensen, Norðlýsið
30 ára gamli venjarin hjá besta hondbólt liðnum hjá Stjørnuni, Christoffur Gert Nielsen sigur, at málið er at vera ímillum fýra tey bestu liðini í kvinnudeildini í hondbólti í ár.

Landsliðsvenjari
Eg tók við venjarastarvi hjá Stjørnini í fjørð. Tað var nevniliga so, at eg og Per Klarup, sum tá hevði verið venjari hjá Stjørnuni í fýra ár hevði boðað frá, at hann tók ikki við eitt ár afturat.
Vit báðir kendustl, tí vit høvdu vant nøkur gentulandslið saman. Út yvir tað vandi eg eitt dreingjalandslið í hondbólti.

Per Klarup vísti á
Ein dagin segði Per mær at hann fór ikki at venja Stjørnuna í 20 og spurdi um tað ikki var nakað fyri meg. Síðani spurdi hann, um hann kundi nevna navnið á mær fyri nevndini. Tað helt eg at hann væl kundi.

Fíggjarleiðari hjá Grant
Hetta hevði so við sær, at eg og nevndin blivu samd um venjarastarvi í 2020. Tá vandi eg øll liðini hjá felagnum, men í ár havi eg bara bestu deildina at hugsavnað meg um.

Nevndin hevur funnið venjara til yngru deildirnar.
Christoffur Gert Nielsen, sum nú er farin undir sítt annað ár sum venjari hjá Stjørnini er fíggjarleiðari hjá Grant. Arbeiðisplássið hjá mær á Grant er vesturi í Vágunum, men eg arbeiði eisini á deildini í Klaksvík.

Fór á Eftirskúla
Sum ungur fór eg til Danmarkar á eftirskúla. Hetta var í 2006, tá eg byrjaðið í 9. flokki í Oure eftirskúla. Seinni fór eg á Handilsskúla í Svendborg har eg las í trý ár og tók HH.

Síðani gjørdi eg ymist, millum annað var eg á Universitetinum, men gavst við tí, var á hondbóltsvenjaraskúla og tók divisiónsvenjara skeið.

Í 2013 flutti eg til Føroya og fór í Bankalæru í Eik Banka. Gjørdist venjari hjá Kyndli og kom í nevndina hjá felagnum í 14 og 15.

Trívist
Í 2019 helt eg tað vera sera spennandi at fara undir venjarastarvið her hjá Stjørnuni. Eg má siga, at eg havi trivist sera væl og tí hevur mær dámt væl samstarvið við nevndina og ikki minst við leikararnar.

Tað gekk framá
Byrjanin í 2019 var ikki so góð, felagið hevði mist nógvar góðar leikarar, men tað gekk nú ikki so galið og tá fór at líða ímóti endanum í 2020, spældu vit upp ímóti teim bestu í deildini. Tá vit so fóru undir steypakappingina aftan á jól, mundu vit sníkt okkum til semifinaluna í steypakappingini, tað var um eitt mál gjørt at vit ikki endaðu har.

Í landskappingini endað vit aftast, men tað skal síggjast í teim orsøkum, sum eg havi nevnt frammanundan.

Sterka tilgongd
Í ár hava vit fingið tilgongd av góðum hondbóltleikarum. Stjørnuleikarar, ið ikki kundu vera við í fjør, eru nú komnir aftur. Mina, Jansý og Durita Ljósstein venja við í ár, harafturat hava vit fingið Duritu Christophersen Jojic úr VÍF og úr Grønlandi er komin Rina Møller Lorentsen, málverji. Harafturat er Malena Madsen komin úr Danmark.

Kapping um plássini
Jú, tað sær sera spennandi út hjá Stjørnuni í ár. Tað eru helst mong ár síðani at so stór kapping hevur verið um plássini á besta kvinnuliðnum hjá Stjørnuni, sum í ár, tað er bara ein positivur trupulleiki sigur Christoffur Gert Nielsen, venjari.

www.nordlysid.fo

Myndir: Norðlýsið

Comments

Stórsigur til Stjørnuna

12/9/2021

Comments

 
Picture
Skrivað hevur: Oliver Joensen, Norðlýsið
Ikki kann sigast annað enn, at kvinnurnar hjá Stjørnuni fingu eina góða byrjan uppá kappingarárið, tá tær í dag á heimavølli vunnu stórsigur á VB. Úrslitið gjørdist 35-17 til heimaliðið.

Tað var ongantíð nakar ivi um, hvat betra liðið var. Tá 10 min. vóru leiktir, var støðan 6-1 til Stjørnuna, og VB  megnaði ongantíð at svara aftur. Sum fyrri hálvleikur leið, øktist leiðslan hjá heimaliðnum støðugt. Hálvleiksstøðan var 18-5 til Stjørnuna, og dysturin var í verunleikanum avgjørdur.

 Heldur javnari gekk á í seinna hálvleiki, men VB megnaði ongantíð at hótta leiðsluna hjá heimaliðnum. Venjarin hjá Stjørnuni nýtti eisini møguleikan at skifta nógv út, soleiðis at flestu leikarnir fingu rímiliga spælitíð. Endaliga úrslitið gjørdist ein greiður 35-17 sigur til Stjørnuna.

Á spælinum í dag sást, at Stjørnan hevur eitt rættliga spennandi lið, við fleiri góðum leikarum á øllum plássum. Sum vit hava nevnt áður, so hevur Stjørnan fingið tilgongd av fleiri góðum royndum leikarum, og saman við ungu evnaríku leikarum gevur hetta eina góða blanding. 

Ein av nýggju leikarnum, sum er komin til felagið, er stóri og sterki danski strikuspælarin Malene Madsen. Orsaka av, at spæliloyvið hjá henni ikki er komið uppá pláss, var hon ikki við í dag. 

Vegna knæskaða stóð grønlendsa Rina Møller Lorentsen ikki í málinum hjá Stjørnuni  í dag. Stjørnan gjørdi í seinastu viku avtalu við Teresu Mariu Ejdesgaard, sum áður hevur leikt við StÍF og EB, um at traðka til, og hon kom væl frá uppgávuni.

Málini hjá Stjørnuni í dystinum í dag gjørdu: Julia Nalviko 8, Durita C. Jojic 7, Katrin Bertholsen 5, Jancy H. Jacobsen 4, Tóra Elisen 4, Mina Sirdal Henriksen 3, Joan Sørensen 2, og Sonja Sirdal á Bergi og Oddvør Josephsen hvør sítt.  

Myndir: Norðlýsið

Comments

TILMELDINGARDAGUR

24/8/2021

Comments

 
Picture


​Tilmeldingardagurin til kappingarárið 2021/2022, verður tann 25. august kl. 17:00 til 20:00 á Kí loftinum. 

Leikaragjaldið fyri kappingarárið 2021/22:
  • U6: kr. 400,-
  • U8: kr. 400,-
  • G10: kr. 550,-
  • G12: kr. 550,-
  • G14: kr. 650,-
  • G16: kr. 650,-
  • G18: kr. 800,-
  • 1. deild: kr. 900,-
  • 2. deild: kr. 900,-
  • SMS: kr. 900,-
Við í hvørjum leikaragjaldið, fært tú ein hondbóltsbólt.

Systkinaavsláttur verður givin, 25% av lægra leikaragjaldinum.

Vit síggjast :)

Comments

Durita er aftur í Stjørnuni

16/6/2021

Comments

 
Picture
Tað er við gleði, at vit kunnu boða frá, at Durita Christophersen Jojić verður aftur at síggja í reyðu Stjørnu-blusuni komandi kappingarár.

Vit gleða okkum til samstarvið og bjóða henni vælkomna til felagið og góða eydnu

Comments

Hjartaliga vælkomin at vitja bás okkara ídag:)

1/5/2021

Comments

 

Vinnarin av kurvini hevur seðil nr. 43282

Picture
Picture
Picture
Picture
Stjørnan hevur stóran bás í KÍ-høllini ídag og eru øll hjartaliga vælkomin!

Køkutombula, klæðir og góðir lutir til heimið, lutaseðlasøla um eina stóra leskiliga kurv, søla av kaffi og vaflum. Vit byrjaðu kl. 11 og vera allan dagin. Hjartaliga vælkomin øll somul og stóra tøkk til tykkum øll, ið longu hava verið og stuðlað okkum!

Nakrar myndir frá í morgun:

Comments

Stjørnan stóran bás leygardagin

29/4/2021

Comments

 
Picture
Hjartaliga vælkomin øll somul!

Byrjað verður kl. 11:)


Comments

Hjartaliga til lukku:)

22/4/2021

Comments

 
Picture

Stjørnan ynskir STÍF og VÍF stórt tillukku við Føroyarmeistaraheitinum
Sera flott!

Picture

Comments

Stjørnan spælir í Vági móti VB hósdagin kl. 19

6/4/2021

Comments

 
Picture
Hósdagin 8. apríl spælir Stjørnan 3. hálvfinaluna í niðara bólki í Vági móti Vb.
Dysturin byrjar kl. 19.00.

Koyr á Stjørnan!

Comments

Stjørnan tapti í Vági

5/4/2021

Comments

 
Picture
Skrivað hevur: Norðlýsið
Kvinnurnar hjá Stjørnuni hava í dag veriði suðuri í Vági og leikt aðru hálvfinaluna í endaspælinum í niðara bólki í móti VB.

Eftir greiðan 31-20 sigur á heimavølli í fyrstu hálvfinaluni, hevði Stjørnan eitt gott úgangsstøði undan dystinum í dag, men VB vildi tað øðrvísi. Tað gekk javnt á fyrru helvt av fyrra hálvleiki, men so kom stígur í hjá Stjørnuni, serliga var tað verjuparturin sum ikki riggaði. Hálvleiksstøðan gjørdist 18-11 til VB.

Í seinna hálvleiki riggaði verjuparturin betur hjá Stjørnuni, og fingu tær støðugt minkað um leiðsluna hjá VB. Munurin minkaði heilt niður á tvey mál, men nærri kom Stjørnan ikki. Ikki tí, møguleikarnir til at taka leiðsluna vóru fleiri, men Stjørnan tók ikki av, við m.a. tveimum  misnýttum brotskøstum og misnýttir upplagdum málmøguleikum.

Endaliga úrslitið gjørdist ein sigur til VB uppá 27-24. Sostatt skal ein triðja hálvfinala leikast. Eftir skránni skal hon leikast í Vági komandi hóskvøld.


Comments

Greiður sigur til Stjørnuna

3/4/2021

Comments

 
Picture
Skrivað hevur: Norðlýsið
Tað var ongantíð nakar ivi um, hvat betra liðið var, tá Stjørnan og VB í dag hittust í KÍ-høllini til fyrru hálvfinaluna í niðara bólkinum. Úrslitið gjørdist ein greiður 31-20 sigur til Stjørnuna. Stjørnan tók leiðsluna beinanvegin, og tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin, var støðan 10-4 til Stjørnuna. Henda leiðslan helt líka til hálvleiks. Hálvleiksstøðan varð 16-8 til Stjørnuna.

Tað gekk javnari á í seinna hálvleiki, liðini skiftust um at skora, men VB megnaði ongantíð at hótta leiðsluna hjá Stjørnuni, og tá dómararnir blikslaðu fyri seinastu ferð, vísti talvan 31-20 til heimaliðið.

Við sigrinum hevur Stjørnan tikin eitt stórt stig ímóti finaluni, men enn er onki avgjørt. Seinna hálvfinalan verður leikt í Vági 2. páskadag. Hendur tað, at VB vinnur tann dystsin, so skal ein triðja hálvfinala leikast.

Málini hjá Stjørnuni skutu: Julia Nalivko 10, Jancy Jacobsen 6, Hervør Olsen 4, Tóra Eliasen 3, Ella Samson 3,Joan Sørensen 3, Sonja Sirdal 1 og Maria Biskopstø 1


Comments

Yngri deildirnar heiðraðar

3/4/2021

Comments

 
Picture
Í hálvleikinum millum Stjørnuna og VB í Kí-høllini í dag, vórðu hesar heirðarar fyri teirra flotta innsatsin hettar kappingarárið.

Hesar røsku gentur eru G10, G12, G14 og G16.

Vit eru sera stolt av hesum gentum og teimum úrslitum, tey hava fingið. Takk fyri hettar kappingarárið -  Vit gleða okkum at síggja tykkum til komandi kappingarár!

Tit eru Stjørnur:)

Comments

Fyrsta hálvfinanan - Stjørnan - VB

2/4/2021

Comments

 
Picture
Kvinnurnar hjá Stjørnuni skulu saman við VÍF, VB og H71 2 kappasta um at vinna niðara bólk av kappinigini hjá kvinnunum, har vinningurin er ein peningaupphædd frá HSF.

Leikast skulu fyrst hálvfinalur. Í aðrari hálvfinaluni møtast Stjørnan og VB, og hinari hálvfinalun møtast VÍF og H71 2. Fyrstu hálvfinalurnar verða leiktar nú leygardagin. Stjørnan og VB leika í KÍ-høllini, og dysturin byrjar kl. 13.00.

Hóast Stjørnan vann greiðan sigur á VB seinast liðini hittust, so vænta vit eitt spennandi dyst í morgin. Næsta hálvfinalan verður í Vági 2. páskadag. Vinna liðini hvønn sín dyst, skal ein triðja hálvfinala leikast.


Comments

Dysturin verður eisini vístur beinleiðis

30/3/2021

Comments

 
Picture
Dysturin millum Stjørnuna og Neistan verður eisini vístur beinleiðis Kl. 18.00
live.hsf.fo


Comments

Marnhild vann stóru kurvina

30/3/2021

Comments

 
Picture
Picture
Til dystin í dag millum Stjørnuna og Neistan var skipað fyri lutaseðlasølu til eina leskiliga kurv og í hálvleikssteðginum varð drigið millum seðlarnar. Ein sera glað Marnhild vann kurvina og Stjørnan ynskir henni hjartaliga til lukku og takkar øllum fyri dygga stuðulin:)

Comments
<<Previous
Forward>>

    Høvuðsstuðlar:

    Picture
    Picture
    Picture

    Aðrir stuðlar
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture

    Úrslitatænastan



Stjørnan - t-postur: [email protected]