Í dag kl.18.00 tekur Stjørnan ímóti H71 í steypakappingini Til dystin kanst tú vinna eina lekkra kurv Vit síggjast í høllini Eisini ber til at síggja dystin á hesari leinkuni: https://live.hsf.fo/programs/live-aki2dtktpcg Skrivað hevur: Norðlýsið Lagt var upp til ein spennandi dyst, tá Stjørnan og H71 brustu saman í KÍ-høllini í dag til dyst í bólkaspælinum í steypakappingini. Tað gekk ógvuliga javnt á allan fyrra hálvleik, men móti endanum av hálvleikinum dróg H71 frá, og kundi fara til hálvleiks við eini 3-máls leiðslu. Hálvleiksstøðan var 13-10 til H71. Sum seinni hálvleikur leið, hevði H71 hug at økja um leiðsluna. Tá 16 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, var støðan 21-15 til H71, og alt bendi á, at H71 skuldi fara avstað við sigrinum. Men stjørnuleikarnir góvu ikki upp, og næstu minuttir ótu tær seg støðugt inn á H71, og tá 26 minuttir vóru leiktir, var javnleikur 22-22, og høllin kókaði. Tá umleið ½ minuttur var eftir at leika, var støðan javnleikur 24-24, og Stjørnan fóru í álop, og hevði møguleika at avgera dystin, men tað eyðnaist ikki, í seinastu løtu fangaði Mari Weihe hjá H71 bóltin frá Stjørnuni, men tá var so lítil tíð eftir, at dysturin varð avblástur, áðrenn Maria kundi kasta bóltin í Stjørnumálið. Sostatt endaði hesin sera undirhaldandi dysturin við javnleiki 24-24. Eitt fantasikst comback av Stjørnuni. Enn hevur Stjørnan møguleika at leika seg í hálvfinaluna í steypakappingini. Komandi vikuskifti skulu tær til Vágs at leika ímóti VB. Vinna tær tann dystin, hava tær 3 stig, tað sama sum H71 hevur. H71 skal komandi vikuskifti leika ímóti Neistanum. Hondbóltssambandið hevur enn ikki tikið støðu til klaguna frá Stjørnuni í samband við dystin ímóti Neistanum seinasta vikuskifti. Spennandi verður at hoyra, hvørja niðurstøðu HSF kemur til klaguna, har Stjørnan metur, at dómararnir gjørdu ein fundamentalan feil, við at døma brotskast til Neistan í seinastsu sekundunum. Málini hjá Stjørnuni í dystinum í dag skoraðu: Juliana Nalviko 10, Katrin Bertholdsen 7, Tóra Eliasen 2, Ella Samson, Sonja Sirdal, Óluva Joensen og Joan Sørensen hvør sítt. Skrivað: Norðlýsið Eftir eittmáls tapið ímóti Neistanum í dysti í steypakappingin í dag, hevur Stjørnan lagt klagu inn um dómaraavgerð seinastsu løtuna í dystinum. Tá umleið hálvur minuttur var eftir at leika, var støðan javnleikur 23-23, og Neistin var í álopi. Tað gekk strilti tá Neistanum at koma til upplagdar møguleikar, og bleiv tað fleiri ferðir dømt 3-meturkast til Neistan. Tá tað bert restaðu 4 sekund, verður enn einaferð dømt 3-meturkast til Neistan. Meðan Neistin ger klárt til at tað taka 3-meturkast, steðga dómarnir dystinum og geva Sonju Sirdal 2 min. fyri at hava óróga Neistan, harumframt verður, eftir drúgt orðaskifi millum dómararnar, dømt brotskast til Neistan. Neistin skorar uppá brotskastið, og vinnur dystur við 24-23. Ónøgdin var stór í stjøruleguni eftir dystin, og á dómarseðlnum framgongur, at Stjørnan klagar um støðutakanina hjá dómaraunum, tá teir vísa Sonju út og døma brotskast til Neistan. Sum Norðlýsið skilur, so er eisini stór ónøgd í stjørnulegunum um dómaraavrikið gjøgnum dystin. Í dómaraseðlanum framgongur, at Neistin fær 10 brotskøst, meðan Stjørnan einki brotskast fær. Stjørnan meinar, at tað avgjørt vóru støður, har dømt átti at verið fyri brotskasti til teirra. Eitt annað, sum er at býta merki í, er, at Stjørnan fær 5 útvísingar, meðan Neistin onga útvísing fær. Um dystin annars kann sigast, at Stjørnan kom væl frá byrjan, tær tóku leiðsluna beinanvegin og førdu við 3-4 málum gjøgnum allan fyrra hálvleik. Hálvleiksstøðan av 12-8 til Stjørnuni. Neistin byrjaði betur í seinna hálvleiki, og tá leiktir vóru 10 minuttir var munurin bert eitt mál, støðan var tá 15-14 til Stjørnuni, síðani gekk jávnt á. Tá leiktir vóru 22 i munittir, kom Neistsin fyri fystsur ferð i dystinum farmum, støðan varð tá 20-19 til Neistan, og spenningurin var stórur. Hvussu dysturin endaði hava við lýst frammanfyri. Nú verður so bíðað eftur, hvørja støðu HSF kemur til viðvíkjandi klaguni frá Stjørnuni. Málini hjá Stjørnuni skutu Julia Nalivko 8, Tóra Eliassen 4, Katrin Berholdsen 3, Joan Sørensen 3, Óluva Joensen 2, og Ella Samson og Sonja Sirdal hvør sítt. Í steypakappingini er Stjørnan bólki saman við Neistanum, H71 og VB. Næsti dystur hjá Stjørnuni verður komandi leygardag á heimavølli ímóti H71 Skrivað hevur: Norðlýsið Um dystin og myndir frá dystinum í KÍ-høllini í dag! Munurin var ikki stórur á liðnum, tá H71 í dag vitjaði Stjørnuna. H71 kom betur frá byrjan og var á odda 4-0, áðrenn Stjørnan fekk sítt fyrsta mál. Eftir hetta gekk javnt á, og tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin, var javnleikur 7-7, men seinastu løtuna av fyrra hálvleiki økti H71 aftur leiðsluna, soleiðis at hálvleiksstøðan gjørdist 18-15 til H71. Gongdin var tann sama gjøgnum seinna hálvleik. H71 hevði leiðsluna, men munurin var ongantíð meira enn tvey-trý mál. Tað einu løtuna var munurin bert eitt mál, og hevði Stjørnan tá møguleika bæði at javna og leggja seg á odd, men í báðum førum blivu upplagdir máløguleikar misnýttir. Endaliga úrslitið gjørdist 33-29 til H71. Við Janu Miðtún og Mariu H, Weihe hevur H71 tveir dugnaliga leikarar, sum Stjørnan hevði trupult við at steðga. Størsti trupuleikin hjá Stjørnuni í dag var, at tær vóru ikki nóg avgjørdar í verjustøðu. Viðmerkjast skal tó, at Stjørnan hevur ment seg støðugt gjøgnum kappingina. Málini hjá Stjørnuni skutu: Katrin Berthodlsen 8, Julia Nalivko 7, Tóra Eliasen 5, Sonja Sirdal 3, Joan Sørensen 2, Oddvør Josephsen 2 og Ella L. Samson og Óluva Joensen eitt mál hvør. Myndir: Norðlýsið Kvinnurnar hjá Stjørnuni hava í dag verið suðuri í Vági og leikt móti VB. Talan bleiv um ein sera javnan dysti, sum Stjørnan, tá samanum kom, vann 33-28 Fyrri hálvleikur var ógvuliga javnur, tó var tað Stjørnan sum hevði munun, tær høvdu gjøgnum stóra part av hálvleikinum eina leiðslu uppá 1-2 mál. Hálvleiksstøðan varð 14-14. Gongdin var tað saman í seinna hálvleiki. Tá 20 min. vóru leitir var javnleikur 25-25, men seinastu 10 min. fekk Stjørnan 8 mál, meðan heimaliðið bert fekk 3 mál, soleiðis at endaliga úrslitið gjørdist ein greiður 33-28 sigur til Stjørnuna. Málini hjá Stjørnuni skutu: Tóra Eliasen 12, Kastrin Bertholdsen 8, Julia Navico 5, Ella L. Samson 3, Hervør Olsen 2, Joan Søresen 2 og Maria Biskopstø 1 Nú ikki er ráðiligt at savna stóra mongdir saman og ráðini eru at savnast í smáaum bólkum, hava vit í Stjørnuni eisini tikið hetta til okkum. Jólahugni verður skipaður í smærri bólkum og her eru tað kvinnurnar í bestu deild í savnast saman í stjørnuhølinum fyri at fyrrireika jólakvøldið:) Sigast kann, at lagið er gott og nógv gjørt burturúr. Her eru nakrar myndir, har kvinnurnar sita og gera jólaprýði. Vit ynskja øllum eini gleðilig jól og gott nýggjár! Orsaka av Corona farsóttanum vera tað eingin áskoðara til heimadystin hjá okkum leygardagin tann 19. desembur Kl. 13.00. Til ber at síggja dystin beinleiðis fyri 39 kr á live.hsf.fo Vónandi eru tit fleiri í vilja stuðla okkum heimanífrá https://live.hsf.fo/programs/live-kmhqqxoroco... Skrivað hevur: Norðlýsið So bragdaði hjá Stjørnuni , við sigri á VÍF fekk Stjørnan sínu fyrstu stig hesum kappingarárinum. VÍF var favorittur undan dystinum, men Stjørnan vildi tað øðrvísi, tær virkaður rættiliga uppsettar frá fyrsta bríksli av. Tað gekk javnt á allan fyrra hálvleik, tó var tað VÍF sum hevði munin, men munurin var ongantíð meira enn 2-3 mál. Hálvleiksstøðan var 14-13 til VÍF. Gongdin var tann saman í seinna hálvleik, liðini skiftust um at skora. Tá leiktir vóru 16 minuttir, tók Stjørnan fyri fyrstu ferð í dystinum leiðsluna, støðan var tá 20-19 til Stjørnuna. Spenningur var stórur, skuldi tað eyðnast Stjørnuni at vinna. VÍF svaraði skjótt aftur, og kom framum 21-20, men stjørnukvinnurnar góvu ikki upp. Tá 5 minuttir vóru eftir at leika, var støðan 25-23 til heimaliðið, og leiðsluna hildur tær, tað sum eftir var av dystinum. Tá dómararnir bríkslaður fyri seinastu ferð, vísti talvan 27-24 til Stjørnuna, og frøðin var stór á stjørnuleikarunum, sum kundu fegnast um fyrsta sigurin í hesum kappingarárinum. Málini hjá Stjørnuni skutu: Tóra Eliasen 7, Katrin Bertholdsen 7, Maria Biskopstø 4, Tóra Norðá 3, Iulia Nalivko 2, Oddvør Josephasen 2, Sonja Sirdal 1 og Julia Høgnesen 1. Sunnudagin 22. november tekur Stjørnan ímóti VÍF. Dysturin verður í KÍ-høllini kl. 15.00. Koyr á Stjørnan! Komandi dagarnar koma leikarar og hjálparfólk at selja Skava og Vinn seðlar við alskyns góðum vinningum runt heimini í Norðoyggjum. Við vón um góða undirtøku:) Stjørnan Skrivað hevur: Norðlýsið Greiður sigur til StÍF. Tað gekk javnt á gjøgnum allan fyrra hálvleik, tá Stjørnan í kvøld hevði vitjan av StÍF. Gestirnir høvdu tó munin, men hann var ongantíð meira enn 2-3 mál. Hálvleiksstøðan var 14-17 til StÍF. Tað gekk eisini javnt á fyrstu løtuna í seinna hálvleiki, tá leiktir vóru 10 min. var støðan 21-20 til StÍF. Eftir hetta hevði StÌF hug at draga frá Stjørnuni. Serliga vóru tað Karina Høgnesen og Harkuka Gima sum gjørdu um seg, og sum verjan hjá Stjørnuni hevði trupult at stegða, tær gjør 11 mál hvør. Fyri fystu ferð í hesum kappingarárinum vardi Jetta Svøðstein málið hjá Stjørnuni, og kom hon væl frá uppgávuni. Størsti trupuleikin hjá Stjørnuni vóru øll persónligu misstøkini sum blivu gjørd, tey kostaðu dýrt. Endaliga úrslitið gjørdist ein greiður sigur til StÍF uppá 34-27. So er klárt til Tombola í dag, leygardagin 31 oktobur kl.13 í kí-hølluni. Eisini er møguleiki at keypa lutaseðlar til ein lekra kurv, sum verður trekt í hálvleikinum millum besta liði hjá Stjørnuni og VB, sum spæla kl. 15:00. Kom og stuðla Stjørnuni! Stjørnan - VB Klaksvík Leygardagin 31. oktober kl.15:00 Skráset teg áðenn dystin leygardagin Við at trýsta á knøttin niðanfyri og fyll út teigarnar. Tombola leygardagin 31 oktobur kl.13 í kí-hølluni, inngongd niðan móti Bøgøtu. Eisini er møguleiki at keypa lutaseðlar til ein lekra kurv, sum verður trekt í hálvleikinum millum besta liði hjá Stjørnuni og VB, sum spæla leygardagin 31. oktober kl. 15:00. Kom og stuðla Stjørnuni |
Høvuðsstuðlar:
Aðrir stuðlar
Úrslitatænastan
|