Stjørnan

  • Tilmelding
  • Hvør venur
  • Vit venja
  • Nevnd & Samband
    • Børn - U8 /U6
  • Dystir hesa vikuna
  • Myndir
    • Liðmyndir 2018/19
    • Liðmyndir 2017/18
    • Liðmyndir 2016/17
    • Leikaramenning
    • Gullmyndir
    • Myndir 2017/18
    • Myndir 2016/17
    • Myndir 2012/13
    • Myndir 2011/12
    • eldri myndir
  • Tilmelding
  • Hvør venur
  • Vit venja
  • Nevnd & Samband
    • Børn - U8 /U6
  • Dystir hesa vikuna
  • Myndir
    • Liðmyndir 2018/19
    • Liðmyndir 2017/18
    • Liðmyndir 2016/17
    • Leikaramenning
    • Gullmyndir
    • Myndir 2017/18
    • Myndir 2016/17
    • Myndir 2012/13
    • Myndir 2011/12
    • eldri myndir

Stjørnan
hondbóltur fyri øll

Stórsigur ikki nokk - 24-37 til Stjørnuna í Vági

31/1/2021

Comments

 
Picture
Skrivað hevur: Norðlýsið
Treytirnar, undan seinasta umfarinum í innleiðandi umfarinum, vóru greiðar hjá Stjørnuni, ein sigur á VB og so skuldi Neistin vinna á H71, umframt ein málmunur uppá +9 máli til H71 skuldi innheintast.

Ikki kann sigast annað enn, at Stjørnan greiddi sín part av uppgávuni til fulnar. Eftir eina leiðslu í hálvleikinum uppá 17-14 ímóti VB, setti Stjørnan alt uppá pláss í seinna hálvleiki. Dysturin endaði við einum knúsandi 37-24 stigri til Stjørnuna, t.v.s. +13 mál. So var bara eftir at vóna, at Neistin megnaði at vinna á H71, men tað hendi ikki. Nakað óvantað vann H71 dystin so greitt sum 27-21. Sostatt verða Kyndil og Neistin sum møtast í aðrari hálvfinaluni, og hinari hálvfinaluni møtast StÍF og H71.

At stjørnuleikararnir sita eftir við ringum smakki í munnu, nú innleiðandi umfarið er av, er onki at siga til. Serliga tá hugsað verður um útfallið av dystinum ímóti Neistanum. Eitt var, at Neistin fekk brotskast, tá bert fá sekund vóru eftir at leika, sum tær skoraðu uppá og harvið vunnu dystin við einum máli. Sum vit hava nevnt, so fær Neistin 10 brotskøst og Stjørnan onki, og harumframt fær Stjørnan 5 útvísningar og Neistin onga. At stjørnuleikarnir føla seg dømdar til at tapa dystin, er onki at siga til.

Hóast alt, so hava stjørnuleikarnir nógv positivt at taka við sær frá steypakappingini, eittmáls tap ímóti Neistanum, javnleik ímóti H71, og so stórsigur á VB.


Comments

Stjørnan spælir 31. januar móti VB

29/1/2021

Comments

 
Picture
Stjørnan spælir móti VB í Vági
- FAXEKONDIKAPPINGIN

31. januar kl. 15.00



Comments

Stjørnan kærir til dómsnevndina

29/1/2021

Comments

 
Picture
Leiðslan í Stjørnuni er ikki nøgd við niðurstøðuna hjá Aganevndini, sum avvísur klaguna frá Stjørnuni í samband við dystin móti Neistanum í steypakappingini, har dómararnir í seinastu sekundunum døma brotskast til Neistan, sum hevur við sær, at Neistin vinnur dystin við einum máli. 

Sum Norðlýsið skilur, so hevur Stjørnan klagað avgerðina hjá Aganevndini til Dómsnevndina, tí Stjørnan metir, at tað eru viðurskifti sum ikki vóru í lagi, í samband tað sum fór fram, tá Stjørnan beint eftir dystin gjørdi vart við, at felagið klagaði um frammanfyri nevndu avgerð hjá dómarunum.
Nær Dómsnevndin fer at viðgera karuna frá Stjørnuni er ógreitt, men Norðlýsið fer at fylgja málinum.

Sunnudagin skal Stjørnan til Vágs at leika ímóti VB, og sum støðan er í innleiðandi bólkinum nú, so skal Stjørnan vinna dystin, samstundis sum at Neistin skal vinna á H71. Um tað hendur, so verða Stjørnan og H71 jøvn í stigum, og so er tað málmunurin, sum so verður avgerðandi, um tað verður Stjørnan ella H71 sum kemur víðari til hálvfinaluna. Undan dystunum sunnudagin er støðan tann, at málmunurin millum Stjørnuna og H71 er +9 mál til H71, men tann munurin er ikki ómøguligur at innheinta.

Dysturin i Vági byrjar kl. 15.00, og verður stroymdur á live.hsf.fo.


Comments

Hondbóltur beinleiðis í KVF

27/1/2021

Comments

 
Picture
Tíðindaskriv
Í samstarvi við Hondbóltssamband Føroya og Ø Media fer Kringvarp Føroya nú undir at senda føroyskan hondbólt beinleiðis í sjónvarpinum.

Ætlanin er at senda tað, ið eftir er av kappingarárinum. Tað vil siga restina av Faxe Kondi-kappingini, umframt Burn og SMS-deildirnar, tá tær byrja aftur.

Í fyrstu atløgu verður hondbóltur vístur mikukvøld, men tá endaspælið er á skránni, kann verða, at dystir verða vístir um vikuskiftið. Endaliga sendiskráin er ikki løgd enn.

Miðað verður eftir at vísa so nógv lið, sum gjørligt - bæði hjá kvinnum og monnum.

Fyrsti dysturin verður vístur longu í kvøld, mikukvøldið 27. januar, og hann er í Vestmanna millum VÍF og StÍF. Byrjað verður at senda klokkan 19:50.

- Vit gleðast um møguleikan at bjóða hyggjarunum føroyskan hondbólt. Hondbóltur er áskoðaravinarligur, og lagt er upp til nógvar spennandi løtur, nú kappingarnar fara inn i avgerðandi tíðarskeiðið, sigur Símun Christian Olsen, ítróttarredaktørur í Kringvarpinum.

- Vit hava ynskt at varpa enn meira ljós á føroyskan hondbólt og fremstu deildirnar hjá bæði kvinnum og monnum, so vit fegnast um, at KVF nú fer at vísa dystir í SMS og Burn-deildini og Faxe Kondi-steypakappingini, sigur Gunn Ellefsen, forkvinna í Hondbóltssambandinum.


Comments

Stjørnan - H71

23/1/2021

Comments

 
Picture
Í dag kl.18.00 tekur Stjørnan ímóti H71 í steypakappingini

Til dystin kanst tú vinna eina lekkra kurv

Vit síggjast í høllini

Eisini ber til at síggja dystin á hesari leinkuni:
https://live.hsf.fo/programs/live-aki2dtktpcg


Comments

Fantastiskt comeback av Stjørnuni

23/1/2021

Comments

 
Picture
Skrivað hevur: Norðlýsið
Lagt var upp til ein spennandi dyst, tá Stjørnan og H71 brustu saman í KÍ-høllini í dag til dyst í bólkaspælinum í steypakappingini. Tað gekk ógvuliga javnt á allan fyrra hálvleik, men móti endanum av hálvleikinum dróg H71 frá, og kundi fara til hálvleiks við eini 3-máls leiðslu. Hálvleiksstøðan var 13-10 til H71.

Sum seinni hálvleikur leið, hevði H71 hug at økja um leiðsluna. Tá 16 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, var støðan 21-15 til H71, og alt bendi á, at H71 skuldi fara avstað við sigrinum. Men stjørnuleikarnir góvu ikki upp, og næstu minuttir ótu tær seg støðugt inn á H71, og tá 26 minuttir vóru leiktir, var javnleikur 22-22, og høllin kókaði. Tá umleið ½ minuttur var eftir at leika, var støðan javnleikur 24-24, og Stjørnan fóru í álop, og hevði møguleika at avgera dystin, men tað eyðnaist ikki, í seinastu løtu fangaði Mari Weihe hjá H71 bóltin frá Stjørnuni, men tá var so lítil tíð eftir, at dysturin varð avblástur, áðrenn Maria kundi kasta bóltin í Stjørnumálið. Sostatt endaði hesin sera undirhaldandi dysturin við javnleiki 24-24. Eitt fantasikst comback av Stjørnuni.

Enn hevur Stjørnan møguleika at leika seg í hálvfinaluna í steypakappingini. Komandi vikuskifti skulu tær til Vágs at leika ímóti VB. Vinna tær tann dystin, hava tær 3 stig, tað sama sum H71 hevur. H71 skal komandi vikuskifti leika ímóti Neistanum.

Hondbóltssambandið hevur enn ikki tikið støðu til klaguna frá Stjørnuni í samband við dystin ímóti Neistanum seinasta vikuskifti. Spennandi verður at hoyra, hvørja niðurstøðu HSF kemur til klaguna, har Stjørnan metur, at dómararnir gjørdu ein fundamentalan feil, við at døma brotskast til Neistan í seinastsu sekundunum.

Málini hjá Stjørnuni í dystinum í dag skoraðu: Juliana Nalviko 10, Katrin Bertholdsen 7, Tóra Eliasen 2, Ella Samson, Sonja Sirdal, Óluva Joensen og Joan Sørensen hvør sítt.


Comments

Ivasamt dómaraavrik kostaði Stjørnuni stig

17/1/2021

Comments

 
Skrivað: Norðlýsið
Picture
Eftir eittmáls tapið ímóti Neistanum í dysti í steypakappingin í dag, hevur Stjørnan lagt klagu inn um dómaraavgerð seinastsu løtuna í dystinum. Tá umleið hálvur minuttur var eftir at leika, var støðan javnleikur 23-23, og Neistin var í álopi. Tað gekk strilti tá Neistanum at koma til upplagdar møguleikar, og bleiv tað fleiri ferðir dømt 3-meturkast til Neistan. Tá tað bert restaðu 4 sekund, verður enn einaferð dømt 3-meturkast til Neistan. Meðan Neistin ger klárt til at tað taka 3-meturkast, steðga dómarnir dystinum og geva Sonju Sirdal 2 min. fyri at hava óróga Neistan, harumframt verður, eftir drúgt orðaskifi millum dómararnar, dømt brotskast til Neistan. Neistin skorar uppá brotskastið, og vinnur dystur við 24-23.

Ónøgdin var stór í stjøruleguni eftir dystin, og á dómarseðlnum framgongur, at Stjørnan klagar um støðutakanina hjá dómaraunum, tá teir vísa Sonju út og døma brotskast til Neistan. Sum Norðlýsið skilur, so er eisini stór ónøgd í stjørnulegunum um dómaraavrikið gjøgnum dystin. Í dómaraseðlanum framgongur, at Neistin fær 10 brotskøst, meðan Stjørnan einki brotskast fær. Stjørnan meinar, at tað avgjørt vóru støður, har dømt átti at verið fyri brotskasti til teirra. Eitt annað, sum er at býta merki í, er, at Stjørnan fær 5 útvísingar, meðan Neistin onga útvísing fær.

Um dystin annars kann sigast, at Stjørnan kom væl frá byrjan, tær tóku leiðsluna beinanvegin og førdu við 3-4 málum gjøgnum allan fyrra hálvleik. Hálvleiksstøðan av 12-8 til Stjørnuni.

Neistin byrjaði betur í seinna hálvleiki, og tá leiktir vóru 10 minuttir var munurin bert eitt mál, støðan var tá 15-14 til Stjørnuni, síðani gekk jávnt á. Tá leiktir vóru 22 i munittir, kom Neistsin fyri fystsur ferð i dystinum farmum, støðan varð tá 20-19 til Neistan, og spenningurin var stórur. Hvussu dysturin endaði hava við lýst frammanfyri.

Nú verður so bíðað eftur, hvørja støðu HSF kemur til viðvíkjandi klaguni frá Stjørnuni.

Málini hjá Stjørnuni skutu Julia Nalivko 8, Tóra Eliassen 4, Katrin Berholdsen 3, Joan Sørensen 3, Óluva Joensen 2, og Ella Samson og Sonja Sirdal hvør sítt.

Í steypakappingini er Stjørnan bólki saman við Neistanum, H71 og VB. Næsti dystur hjá Stjørnuni verður komandi leygardag á heimavølli ímóti H71



Comments

H71 hevði munin

10/1/2021

Comments

 
Picture
Skrivað hevur: Norðlýsið
Um dystin og myndir frá dystinum í KÍ-høllini í dag!

Munurin var ikki stórur á liðnum, tá H71 í dag vitjaði Stjørnuna. H71 kom betur frá byrjan og var á odda 4-0, áðrenn Stjørnan fekk sítt fyrsta mál. Eftir hetta gekk javnt á, og tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin, var javnleikur 7-7, men seinastu løtuna av fyrra hálvleiki økti H71 aftur leiðsluna, soleiðis at hálvleiksstøðan gjørdist 18-15 til H71.

Gongdin var tann sama gjøgnum seinna hálvleik. H71 hevði leiðsluna, men munurin var ongantíð meira enn tvey-trý  mál. Tað einu løtuna var munurin bert eitt mál, og hevði Stjørnan tá møguleika bæði at javna og leggja seg á odd, men í báðum førum blivu upplagdir máløguleikar misnýttir. Endaliga úrslitið gjørdist 33-29 til H71.

Við Janu Miðtún og Mariu H, Weihe hevur H71 tveir dugnaliga leikarar, sum Stjørnan hevði trupult við at steðga. Størsti trupuleikin hjá Stjørnuni í dag var, at tær vóru ikki nóg avgjørdar í verjustøðu. Viðmerkjast skal tó, at Stjørnan hevur ment seg støðugt gjøgnum kappingina.

Málini hjá Stjørnuni skutu: Katrin Berthodlsen 8, Julia Nalivko 7, Tóra Eliasen 5, Sonja Sirdal 3, Joan Sørensen 2, Oddvør Josephsen 2 og Ella L. Samson og Óluva Joensen eitt mál hvør.

Myndir: Norðlýsið

Comments
<<Previous
Forward>>

    Høvuðsstuðlar:

    Picture
    Picture
    Picture

    Aðrir stuðlar
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture

    Úrslitatænastan



Stjørnan - t-postur: info@stjornan.com