Skrivað hevur: Norðlýsið Kvinnurnar hjá Stjørnuni hava í dag verið í Hoyvík leikt teirra fyrsta dyst í steypakappingini, har mótstøðuliðið var besta liðið hjá H71. Eftir hálvleiksstøðuna 17-14 til H71, endaði dysturin við 34-29 sigri til heimaliðið. H71 kvinnurnar sum í løtuni luttaka í Europa Cup kapping, og hava klára seg sera væl, eru rættiliga væl fyri, og vóru eisini mettar at vera favorittar til at vinna dystin í dag. Tað gekk tó javnt á stóran part av fyrra hálvleiki, sum tó endaði við eini trímáls leiðslu til heimaliðið. Stjørnan megnaði ongantíð veruliga at hótta leiðsluna H71 í seinna hálvleiki. Størsti trupupuleikin hjá Stjørnuni var í verjupartinum, hetta sást eisini aftur við, at H71 fekk heili 8 brotskøst, meðan Stjørnan bert fekk trý brotskøst. Stjørnan er í bólki saman við H71 1, H71 2 og StÍF. H71 1 hevur leikt tveir dystir og vunnið teir báðar, og eru sosatt koman víðari í hálvfinaluna. Tær hava leikt ímóti H71 2 og Stjørnuni. StÍF hevur enn ongan dyst leikt. Roknast kann við, at avgerandi dystur í bólkinum verður í KÍ-høllini komandi hóskvøld, tá Stjørnan far vitjan av StÍF. Tvey lið í bólkinum koma víðari. Skrivað hevur: Norðlýsið Hóast nøkur umfør eru eftir at leika, so staðfestu kvinnurnar hjá Sjørnuni, eftir greiðan 34-16 sigur á EB í kvøld, at tær verða eitt av teimum fýra liðunum, sum verða við í endaspælinum og kappingini um meistaraheitið. Eftir sigurin í kvøld er Stjørnan á triðja plássi við 18 stigum fyri 14 dystir, Neistin er á fjóðra plássi við 16 stigum fyri 12 dystir, meðan StÍF er á fimta plássi við 8 stigum fyri 14 dystir. Stjørnan og StÍF hava fýra dystir eftir at leika, og vil tað siga, at StÍF ikki kann innheinta Stjørnuna. Oddalið eru Kyndil og H71, bæði liðini hava 21 stig. Sum væntað, so vann Stjørnan greiðan sigur á botnliðnum EB í kvøld. Eftir hálvleiksstøðuna 16-5 til Stjørnina, endaði dysturin við stórsigri 34-16 til heimaliðið. EB hevur eitt ungt og óroynt lið, og hóast mótstøðan í kvøld var stór, so góvu tær ongantíð upp, og vóru væl betur við í seinna hálvleiki. Eftir komandi vikuskifti verður ein steðgur í landskappingini í ein mánað, tí næsta mánaðin verður steypakappingin avgeidd. Fyrsti dysturin hjá Stjørnuni í steypakappingini verður á heimavøllin hóskvøldið 19. januar í móti StÍF. Málini hjá Stjørnuni í dagsins dysti skutu: Durita C. Jojic 12, Jancy Jacobsen 5, Tóra Eliasen 5, Durita L. Johansen 4, Sonja S. á Bergi 2, Katrin Bertholdsen 2, og Mina S. Henriksen, Lulia Nalviko og Malene Madsen hvør sítt mál. Myndir: Norðlýsið Eftir ein steðg síðani nakað fyri jól, verður nú hol sett á hondbóltskappingina aftur. Kvinnurnar hjá Stjørnuni leggja fyri við týskvøldið at leika í móti EB á heimavølli. Samstundis er hetta eisini fyrsti dystur hjá nýggja venjaraparinum hjá Stjørnuni Kára Horn og Flemming Raben. Umstøðurnar at venja hava ikki verið tær bestu hjá Stjørnuni, síðani venjaraskiftið bleiv kunngjørt stutt fyri jól. Fleiri av leikarunum hava um høgtíðirnar verður raktir av korona, men sum skilst, so eru allir leikararnir tøkir til dystin týskvøldið. Hyggur man eftir stigatalvuni, so má Stjørnan metast at verða greiður favrittur til at vinna dystin. Í løtuni er Stjørnan á triðja plássi við 16 stigum, meðan EB er á aftasta plássi við tveimum stigum. Dysturin verður floytaður í gongd kl. 17.45. Koyr á Stjørnan! Skrivað hevur: Norðlýsið Við einum greiðum 39-19 sigri á H71 2 hava kvinnurnar hjá Stjørnuni so gott sum tryggjað sær pláss í hálvfinalunum í steypakappingini hjá kvinnunum. Men tær næstbestu hjá H71 vóru væl við stóran part av fyrra hálvleiki í dystinum í dag, men í seinna hálvleiki, megnaður tær ikki at fylgja við. Hálvleiksstøðan var 19-13 til Stjørnuna. Í seinna hálvleiki kom meira ferð yvir spælið hjá Stjørnuni, samstundis sum at verjuparturin riggaði betur enn í fyrra hálvleiki. Sum seinni hálvleikur leið, økti Stjørnan støðugt um leiðsluna, og hetta gav venjaranum møguleika at skifta nógv út. Í seinna hálvleiki vóru tað serliga Oddvør Josephsen og Katrin Bertholdsen sum stóðu seg væl, har Oddvør við sína skjóta beinskifti bjóðaði verjuni hjá H71 av, og gav hetta møguleikar til fríspælingar til Katrin á vinstra vongi ella til strikuspælararan. Katrin gjørdist eisini toppskjútti hjá Stjørnuni við 13 málum. Við sigrinum hava kvinnurnar hjá Stjørnuni so gott um tryggjað sær pláss í hálvfinaluni. Stjørnan hevur nú leikt allar tríggjar dystirnar í bólkaspælinum og hava 4 stig, og ein málmun uppá + 30 mál, og liggja í løtuni á fyrsta plássi. H71 1 hevur eisini 4 stig, men málmunurin hjá Stjørnuni er betur. H71 1 hevur ein dyst eftir at leika, hann er ímóti StÍF, og verður leiktur í Hoyvikshøllini í morgin. Møguleiki er hjá StÍF at innheita Stjørnuna, men so skulu tær vinna rættuliga nógv á bæði H71 og H71 2. Málini hjá Stjørnuni í dagsins dysti skutu: Katrin Bertholdsen 13, Tóra Eliasen 5, Durita Jojic 4, Iulian Navliko 4, Joan Sørensen 3, Mina S. Henriksen, Oddvør Josephsen og Malene Madsen tvey mál hvør, Ella Samson, Sonja S. á Bergi og Durita Ljósstein eitt mál hvør Myndir: Norðlýsið Kári Horn (til høgru á myndini) er nýggjur venjari hjá Stjørnuni. Mynd: savnsmynd Neistin.fo Christoffur G. Nielsen hevur seinastu tvey árini vant besta kvinnuliðið hjá Stjørnuni. Avtala er nú gjørd millum Stjørnuna og Christoffur um, at samstarvið steðgar. Stjørnan takkar Christoffuri fyri tíðina, hann hevur virkað í felagnum og ynskir honum alt tað besta. Avtala er gjørd við Kára Horn um, at hann skal venja besta liðið hjá Stjørnuni, fyribils tað sum eftir er av hesum kappingarárinum. Kári hevur royndir sum venjari í bestu kvinnudeildini, har hann m.a. hevur vant bestu kvinnuliðini hjá Neistanum og VB. Skrivað hevur: Norðlýsið Stjørnan greiddi sína skyldu, tá tær í dag á heimavølli vunnu á VB. Tað var eisini væntað, men VB var væl við stóran part av fyrra hálvleiki. Hálvleiksstøðan varð 15-10 til Stjørnuna. Tað gekk javnt á fyrstu løtuna av seinna hálvleiki, men so hevði Stjørnan huga at økja um leiðsluna, og endaði dysturin við einum greiðum 33-25 sigri til heimaliðið. Viðmerkjast skal, at venjarin hjá Stjørnuni skifti nógv út, og fingu fleiri av yngru leikarunum nógva spælitíð, og stóðu tær seg bara væl. Við sigrinum er Stjørnan komin uppá triðja pláss við 16 stigum, tað sama sum Neistin, men Neistin hevur leikt ein dyst færri. Sum støðan nú er, skal tað vilja illa til, um Stjørnan ikki verður eitt av teimum fýra liðnum, sum koma at kappast um meistaraheitið. StÍF er á fimta plássi við 8 stigum. Bæði Stjørnan og StÍF hava fimm dystir eftir at leika í innleiðandi kappingini, t.v.s. 10 stig eru eftir at leika um, so sigast kann, at Stjørnan ”hevur annað beinið” í endaspælinum. Málini hjá Stjørnuni í dagsins dysti gjørdu: Durida C. Jojic 8, Tóra Eliasen 6, Tóra Norðá, Julia Nalviko og Oddvør Josephsen 4 í part, Sonja S. á Bergi 3, Jancy Jacobsen, Katrin Bertholdsen, Mina S. Henriksen og Joan Sørensen hvør sítt. Myndir: Norðlýsið Skrivað hevur: Norðlýsið Við einum 25-20 sigri á StÍF í dag økti Stjørnan munandi um møguleikarnar at verða millum fýra tey bestu liðini, tá innleikandi kappining endar, og harvið verða eitt teimum fýra liðunum, sum skulu kappast um meistaraheitið. Tað gekk javnt á fyrstu 10 minuttirnar, men so kom stígur í hjá StÍF, og næstu 10 minuttirnar skorðaði Stjørnan sjey mál, meðan StÍF onki mál fekk. Tó fekk StÍF minkað um munin áðrenn hálvleik, soleiðis at hálvleiksstøðan gjørdist 13-10 til heimaliðið. Stjørnan hevði leiðsluna allan seinna hálvleik, men spenningur var í stóran part av hálvleikinum, men ímóti endanum av dystinum fekk Stjørnan nøkur skjót mál, soleiðis at dysturin endaði við einum 25-20 sigri til heimaliðið. Støðan, eftir dystirnar í dag, er, at H71 er oddalið við 21 stigum, Kyndil er á øðrum plássi við 17 stigum, Neistin er á triðja plássi við 16 stigum, Stjørnan hevur 14 stig á fjóðra plássi, meðan StÍF er á fimta plássi við 8 stigum . Aftast eru VB og EB við tveimum stigum í part. Næsti dystur hjá Stjørnuni verður á heimavølli komandi leygardag, tá VB kemur á vtjan. Málskjúttar hjá Stjørnuni í dag: Tóra Eliasen 5, Jancy Jacobsen, Durita C. Jojic og Joan Sørensen 4 mál hvør, Julia Nalviko, og Kartirn Bertholdsen 3 mál hvør, og Mina S Henriksen og Malene Madsen hvør sítt mál. NB. Í samband við dystin, varð ein kurv við alskyns vørum og góðgæti burturlutað ímillum atgongumerkini. Tað gjørdist Elsa Thomina Biskopstø Joensen, ið vann kurvuna. Myndir: Norðlýsið Lagt er upp til ein spennandi hondbóltsdyst í KÍ-høllini sunudagin, tá kvinnuranar hjá Stjørnuni fáa vitja av verandi føroyarmeistarum út StÍF. Hondbóltskappingin er soleiðis skipað, at fyrst er ein innleiðandi kapping, sum gongur fram til umleið hálvan mars. Síðani verða tað fýra tey ovastu liðini, sum fara at kappast um meistaraheitið. Sostatt ræður í fysta lagi um, at verða millum tey fýra ovastu liðini í innleiðandi kappingini. Enn eru nógvir dystir eftir at leika, so nógv kann henda, men støðan í løtunin er tann, at Stjørnan er á fjóðara plássi við 12 stigum, meðan StÍF er á fimta plássi við 8 stigum. Vinnur Stjørnan, økja tær um leiðsluna í mun til StÍF til 6 stig, hinvegin vinnur StÍF, so er munurin millum liðini bert tvey stig. Liðini hava í hesum kappingarárinum leikt ein dysti ímóti hvørjum, tað var út á Skála, og tann dystin vann Stjørnan 29-23. Dysturin sunnudagin byrjar kl. 15.00. Stjørnan boðar frá, at í samband við dystin verða koroantilmælini hildin, og tað merkir m.a., at øll yvir 16 skulu hava kornapass ella negativa koronatest, sum ikki er eldri enn 72 tímar, fyri at sleppa til dystin. Koyr á Stjørnan! Kl.14.00 spæla vit ímóti Neistanum á høllini á hálsi Til ber at siggja dystin a live.hsf.fo Koyr á Stjørnan! Hevur skrivað: Norðlýsið Tað gjørdist ein rættiliga spenndandi og undirhaldandi dystur, tá kvinnuliðini hjá Stjørnuni og H71 brustu saman í KÍ-høllini ídag. Eftir góðu úrslitini í EHF Cup dystunum, var H71 mett til at verða greiður favorittur undan dystinum, men Stjørnan vildi tað ørvísi. Tær stríddust væl, verjan var vælskipað, og málverjin hjá Stjørnuni Teresa stóð enn einaferð væl í málinum. Tað gekk javnt á allan fyrra hálvleik, og hálvleikssøðan var 15-15. Gongdin var tann saman fyrstu løtuna av seinna hálvleiki. Tá leiktir vóru 12 minuttir av seinna hálvleiki, var støðan 22-20 til Stjørnuna, men so kom stígur í Stjørnuni, og næstu sjey minuttirnar, eyndaðist ikki Stjørnuni at skora, meðan H71 hesa løtura fekk seks mál. Serliga vóru tað mistøk í álopinum hjá Stjørnun sum blivu straffaði við skjótum mótálopum frá H71. Spennigur kom tó í dystin aftur, og tá leiktir vór 28 minuttur, var støðan 30-28 til H71, men nærri kom Stjørnan ikki. Dystsurin endaðu 33-30 sigri til H71. Samanumtikið kann sigast, at Stjørnan stóran part av dystinu spældi fult upp í móti H71, munurin var tann, at Stjørnan gjørdi ov nógv mistøk í álopinum, sum blivu straffaði við skjótum mótálopum frá H71. Vit hava nevnt tað áður, at spælið hjá Stjørnuni er blivið betur og betur fyri hvønn dyst, tær hava leikt. Størsta uppgávan nú er at minimerað feilirnar, sum gjørdir verða, serliga tá tær eru í álopi. Málini hjá Stjørnjuni skutu: Malene Madsen 6, Iulia Nalviko 6, Durita C. Jojic 5, Jancy Jacobsen 4, Katrin Bertholdsen 4, Tóra Eliasen 2, Durita Ljósstein 2, Sonja S. á Bergi 1 og Tóra Norðá 1. Myndir: Norðlýsið Leygardagin fáa kvinnurnar hjá Stjørnuni vitjan av H71. Hoyvíkskvinnur hava júst leikt EHF Europa Cup dystir, og hava staðið seg rættiliga væl. Fyrst vunnu tær greitt á einum makedonskum liðið, síðani møttu tær einum liðið úr Sweis, har H71 greitt vann fyrra dystin, meðan sweisiska liðið vann seinna dystin, men samanlagt kom H71 víðari. Í januar skulu tær so leika í móti einum serbiskum liðið. So tað er eitt lið, sum í løtuni tikist at vera rættiliga væl fyri, sum Stjørnan tekur í móti leygardagin. Men stjørnuniliðið hevur eisini staðið seg rættiliga væl higartil í landskappingini, tað gav at bíta seinasta sunnudag, tá tær leiktu í móti oddaliðnum Kyndil, sum, eftir at Stjørnan so gott sum hevði havt leiðsluna allan dystuin, fekk javna við brotskasti í allar seinastu løtu. Sostatt er lagt upp til spenndandi dyst í KÍ-høllini leygardagin kl. 15.00, og vónandi møta stjørnuviðhaldsfólk mannsterk upp at stuðla heimaliðnum. Stjørnan boðar frá, at í samband við dystin verða koroantilmælini hildin, og tað merkir, at øll yvir 16 skulu hava kornapass ella negativa koronatest, sum ikki er eldri enn 72 tímar, fyri at sleppa til dystin. Skrivað hevur: Norðlýsið Dysturin millum kvinnurnar hjá Stjørnuni og Kyndil gjørdist ein sannur gysari, sum endaði við, at Kyndil javnaði til 26-26 við brotskasti í seinasta sekundinum av dystinum. Hálvleiksstøðan var 11-9 til Stjørnuna. Tað gekk javnt á alla fyrra hálvleiki, tó var tað Stjørnan, sum hevði hug at hava leiðsluna, men leiðslan var onkantíð meira enn 2-3 mál. Við eini góðari verju og eini sera vælleikandi Tersu Mariu í stjørnumálinum, hevði Kyndil trupult við at skora. Gongdin fyrru helvt at seinna hálvleiki var tann sama. Liðini skiftust um at skora. Tá leiktir vóru 13 minuttir av seinna hálvleiki, og støðan var 17-15 til Stjørnuna, kom stígur í málskjótingina hjá Kyndil. Tá leiktir vóru 21 minuttir, hevði Stjørnan økt um leiðsluna til 22-17. Men næstu løtuna fekk Stjørnan tvær útvísingar, eina í 21. minuttir og eina í 23. minutti, og tað gav Kyndil møguleika at koma innaftur í dystir. Í 29. minutti javnaði Kyndil til 25-25, men Stjørnan skoraði til 26-25, og var tá minni enn ½ minuttur eftir at leika. Kyndil fer í alop, og í allar seinastur løtu dømdu dómararnir brostskast til Kyndil, sum tær skoraðu uppá, og hesin sera spennandi og undirhaldandi dysturin endaði við javnleiki 26-26. Sjálvandi vóru stjørnuleikararnir nakað vónbrotnir, í tí løtu dómararnir bríkslaðu dystin av, men samanumtikið kunnu stjørnuleikararnir vera ernir av avrikinum. Spælið er blivið betur og betur, fyri hvønn dyst tær hava leikt, so tað verður spendandi at fylgja liðnum. Í fyrsta umfari ræður um at verða millum fýra tey ovastu liðini, tá innleiðandi umfarið endar um miðjan mars. Síðani skulu fýra tey ovastur liðini kappast um meistarheitið. Málini hjá Stjørnuni skutu: Tóra Eliasen 8, Malene Madsen 5, Iulia Nalivko 5, Jancy Jacobsen 4, Joan Sørensen 2, og Durita L. Johansen og Katrin Bertholdsen hvør sítt. Lagt er upp til ein spennandi dyst í KÍ-høllini sunnudagin, tá kvinnurnar hjá Stjørnuni fáa vitjan av oddaliðnum Kyndil. Undan dystinum er støðan tann, at Kyndil er oddalið við 14 stigum fyri 9 dystir, Neistin er á øðrum plássi, eisini við 14 stigum fyri 9 dystir. Stjørnan er á triðja plássi við 11 stigum fyri 7 dystir. Tað hevur gingið rímiliga væl hjá Stjørnuni, tað sum farið er av kappingini. Tær hava leikt sjey dystir, vunnið fimm, leikt ein javnan, tað var ímóti Neistanum, og so hava tær tapt ein dyst. Tann dysturin var ímóti Kyndli í Havn, Kyndil vann dystin 25-19. Skal Stjørnan framhaldandi verða við i oddinum, er umráðandi, at tær vinna dystin í móti Kyndil. Stjørnuliðið hevur verið rakt av korona, men sum skilst, so er allir leikarar tøkir til dystin í móti Kyndil. Dysturin byrjar kl. 15.00. Koronatilmæli verða fyld Stjørnan boðar frá, at øll yvir 16 ár skulu hava koroanpass ella negativa koronatest ikki eldri enn 72 tímar, fyri at kunna koma inn til dystin. Eisini verður bert tann eina inngongdin til dystin. Inngongdin verður í eystaru síðu í millumbygninginum millum hallirnar. Koyr á Stjørnan! Skrivað hevur: Norðlýsið Kvinnurnar hjá Stjørnuni hava í dag verið á Eiði og leikt móti uppflytarunum EB. Tað var ongantíð nakar ivi um, hvat betra liðið var. Hálvleiksstøðan var 18-10 til Stjørnuna. Tað gekk javnari á fyrru helvtina av seinna hálvleiki. Venjari hjá Stjørnuni nýtti eisini møguleikan at skifta nógv út í seinna hálvleiki, men móti dystarenda økti Stjørnan støðugt um leiðsluna, soleiðis at endaliga úrslitið gjørdists ein greiður 38-21 til Stjørnuna. Eftir dystin í dag er støðan í oddinum tann, at Kyndil er oddalið við14 stigum fyri 9 dystir, Neistin er á øðrum plássi við 12 stigum fyri 8 dystir og Stjørnan er á triðja pássi 11 stigur fyri 7 dystir. Sama stigatal hevur H71 fyri seks dystir, men Stjørnan hevur betur málmun. Næsti dystur hjá Stjørnuni verður komandi sunnudag á heimavølli, tá oddaliðið Kyndil vitjar. Fyri at sleppa til dystin, er neyðugt hjá øllum yvir 16 ár at vísa fram koronapass ella negativa test, sum ikki er eldri 72 tímar. So tað ræður um at hava hesi viðurskiftini í lagi. Málini hjá Stjørnuni í dagsins dysti skutu: Katrin Bertholdsen 13, Tóra Eliasen 6, Jancy Jacobsen 6, Sonja S. á Bergi 4, Durita Ljósstein 3, Iulia Nalivko 3, Tóra Norðá, Malene Madsen og Oddvør Josephsen hvør stítt mál |
Høvuðsstuðlar:
Aðrir stuðlar
Úrslitatænastan
|