Leygardagin fáa kvinnurnar hjá Stjørnuni vitjan av H71. Hoyvíkskvinnur hava júst leikt EHF Europa Cup dystir, og hava staðið seg rættiliga væl. Fyrst vunnu tær greitt á einum makedonskum liðið, síðani møttu tær einum liðið úr Sweis, har H71 greitt vann fyrra dystin, meðan sweisiska liðið vann seinna dystin, men samanlagt kom H71 víðari. Í januar skulu tær so leika í móti einum serbiskum liðið. So tað er eitt lið, sum í løtuni tikist at vera rættiliga væl fyri, sum Stjørnan tekur í móti leygardagin. Men stjørnuniliðið hevur eisini staðið seg rættiliga væl higartil í landskappingini, tað gav at bíta seinasta sunnudag, tá tær leiktu í móti oddaliðnum Kyndil, sum, eftir at Stjørnan so gott sum hevði havt leiðsluna allan dystuin, fekk javna við brotskasti í allar seinastu løtu. Sostatt er lagt upp til spenndandi dyst í KÍ-høllini leygardagin kl. 15.00, og vónandi møta stjørnuviðhaldsfólk mannsterk upp at stuðla heimaliðnum. Stjørnan boðar frá, at í samband við dystin verða koroantilmælini hildin, og tað merkir, at øll yvir 16 skulu hava kornapass ella negativa koronatest, sum ikki er eldri enn 72 tímar, fyri at sleppa til dystin. Skrivað hevur: Norðlýsið Dysturin millum kvinnurnar hjá Stjørnuni og Kyndil gjørdist ein sannur gysari, sum endaði við, at Kyndil javnaði til 26-26 við brotskasti í seinasta sekundinum av dystinum. Hálvleiksstøðan var 11-9 til Stjørnuna. Tað gekk javnt á alla fyrra hálvleiki, tó var tað Stjørnan, sum hevði hug at hava leiðsluna, men leiðslan var onkantíð meira enn 2-3 mál. Við eini góðari verju og eini sera vælleikandi Tersu Mariu í stjørnumálinum, hevði Kyndil trupult við at skora. Gongdin fyrru helvt at seinna hálvleiki var tann sama. Liðini skiftust um at skora. Tá leiktir vóru 13 minuttir av seinna hálvleiki, og støðan var 17-15 til Stjørnuna, kom stígur í málskjótingina hjá Kyndil. Tá leiktir vóru 21 minuttir, hevði Stjørnan økt um leiðsluna til 22-17. Men næstu løtuna fekk Stjørnan tvær útvísingar, eina í 21. minuttir og eina í 23. minutti, og tað gav Kyndil møguleika at koma innaftur í dystir. Í 29. minutti javnaði Kyndil til 25-25, men Stjørnan skoraði til 26-25, og var tá minni enn ½ minuttur eftir at leika. Kyndil fer í alop, og í allar seinastur løtu dømdu dómararnir brostskast til Kyndil, sum tær skoraðu uppá, og hesin sera spennandi og undirhaldandi dysturin endaði við javnleiki 26-26. Sjálvandi vóru stjørnuleikararnir nakað vónbrotnir, í tí løtu dómararnir bríkslaðu dystin av, men samanumtikið kunnu stjørnuleikararnir vera ernir av avrikinum. Spælið er blivið betur og betur, fyri hvønn dyst tær hava leikt, so tað verður spendandi at fylgja liðnum. Í fyrsta umfari ræður um at verða millum fýra tey ovastu liðini, tá innleiðandi umfarið endar um miðjan mars. Síðani skulu fýra tey ovastur liðini kappast um meistarheitið. Málini hjá Stjørnuni skutu: Tóra Eliasen 8, Malene Madsen 5, Iulia Nalivko 5, Jancy Jacobsen 4, Joan Sørensen 2, og Durita L. Johansen og Katrin Bertholdsen hvør sítt. Lagt er upp til ein spennandi dyst í KÍ-høllini sunnudagin, tá kvinnurnar hjá Stjørnuni fáa vitjan av oddaliðnum Kyndil. Undan dystinum er støðan tann, at Kyndil er oddalið við 14 stigum fyri 9 dystir, Neistin er á øðrum plássi, eisini við 14 stigum fyri 9 dystir. Stjørnan er á triðja plássi við 11 stigum fyri 7 dystir. Tað hevur gingið rímiliga væl hjá Stjørnuni, tað sum farið er av kappingini. Tær hava leikt sjey dystir, vunnið fimm, leikt ein javnan, tað var ímóti Neistanum, og so hava tær tapt ein dyst. Tann dysturin var ímóti Kyndli í Havn, Kyndil vann dystin 25-19. Skal Stjørnan framhaldandi verða við i oddinum, er umráðandi, at tær vinna dystin í móti Kyndil. Stjørnuliðið hevur verið rakt av korona, men sum skilst, so er allir leikarar tøkir til dystin í móti Kyndil. Dysturin byrjar kl. 15.00. Koronatilmæli verða fyld Stjørnan boðar frá, at øll yvir 16 ár skulu hava koroanpass ella negativa koronatest ikki eldri enn 72 tímar, fyri at kunna koma inn til dystin. Eisini verður bert tann eina inngongdin til dystin. Inngongdin verður í eystaru síðu í millumbygninginum millum hallirnar. Koyr á Stjørnan! Skrivað hevur: Norðlýsið Kvinnurnar hjá Stjørnuni hava í dag verið á Eiði og leikt móti uppflytarunum EB. Tað var ongantíð nakar ivi um, hvat betra liðið var. Hálvleiksstøðan var 18-10 til Stjørnuna. Tað gekk javnari á fyrru helvtina av seinna hálvleiki. Venjari hjá Stjørnuni nýtti eisini møguleikan at skifta nógv út í seinna hálvleiki, men móti dystarenda økti Stjørnan støðugt um leiðsluna, soleiðis at endaliga úrslitið gjørdists ein greiður 38-21 til Stjørnuna. Eftir dystin í dag er støðan í oddinum tann, at Kyndil er oddalið við14 stigum fyri 9 dystir, Neistin er á øðrum plássi við 12 stigum fyri 8 dystir og Stjørnan er á triðja pássi 11 stigur fyri 7 dystir. Sama stigatal hevur H71 fyri seks dystir, men Stjørnan hevur betur málmun. Næsti dystur hjá Stjørnuni verður komandi sunnudag á heimavølli, tá oddaliðið Kyndil vitjar. Fyri at sleppa til dystin, er neyðugt hjá øllum yvir 16 ár at vísa fram koronapass ella negativa test, sum ikki er eldri 72 tímar. So tað ræður um at hava hesi viðurskiftini í lagi. Málini hjá Stjørnuni í dagsins dysti skutu: Katrin Bertholdsen 13, Tóra Eliasen 6, Jancy Jacobsen 6, Sonja S. á Bergi 4, Durita Ljósstein 3, Iulia Nalivko 3, Tóra Norðá, Malene Madsen og Oddvør Josephsen hvør stítt mál Hey tit Nevndin hevði fund í gjár vidv. venjingina hjá okkara børnum og ungu. Vit royna alla tíðina at lurta eftir hvat tilmælini eru, men vit mugu eisini í gongd aftur um vit skulu kunnað koma í gjøgnum hetta hondbóltsárið saman við korona. Vit avgjørdu tí at byrja spakuliga aftur. Vit byrja hesa vikuna við g16 og so síggja vit hvussu tað fer at ganga. Vísir tað seg at smittutølini ganga niður og vit ikki fáa nakran smittaðan í g16 so koma fleiri lið at byrja aftur í komandi viku. Vit mugu allatíðina hava tað fyrivarni at hava børnini ta minsta sjúkueyðkenni, so heldur vera heima, enn at koma til venjing. Vit skulu nokk boða frá nær hini liðini byrja aftur. Við Stjørnukvøðu Nevndin Hey The board held a meeting yesterday about the training of our young girls. We try all the time to respect the recommendations from our national leaders and experts, but we also need to get started again if we are to get through this handball season with korona. Therefore we decided to start up slowly again and this week we start with g16 and then we wil see how it goes. If the number of infected will decrease and we do not get any sick girls in g16. We will start up with more teams next week. We need to watch for signs of corona in our children all the time and if there is the slightest sign then it is better to stay at home and not come to training. Sincerely Stjørnan Skrivað hevur: Norðlýsið Við einum greiðum 35-21 sigri á VB suðuri í Vági í dag, hevur Stjørnan lagt seg annað plássið í bestu kvinnudeildini.
Eitt nakað skert stjørnunlið hevði ongar trupuleikar við av vinna á VB. Vegna serligar umstøður vóru Mina S. Hendriksen, Jancy Jacobsen og Durita Ljósstein ikki við, tá stjørnuhópurin í morgun legði leiðina til Vágs. Stjørnan tók leiðsluna beinanvegin, og økti støðugt um leiðsluna, sum fyrri hálvleikur gekk. Í hálvleikinum var støðan 18-10 til Stjørnuna. Stjørnan hevði huga at økja um leiðsluna í byrjanini av seinna hállvleiki, tá leiktir vóru 7 min. av seinna hálvleiki, var støðan 23-12 til Stjørnuna. VB royndi at svara aftur, og fekk minkað um munin til seks mál, men nærri komu tær ikki, og endaði dysturin við einum greiðum 35-21 sigri til Stjørnuna. Við sigrinum hava stjørnukvinnurnar lagt seg á annað plássið, javnar við H71. Bæði liðini hava 9 stig, men Stjørnan hevur betur málmun. Viðmerkjast skal, at H71 hevur leikt ein dyst færri. Stjørnan hevur leikt 6 dystir, meðan H71 hevur leikt 5 dystir. H71 skuldi í dag leika í móti EB, men dysturin bleiv avlýstur orsaka av korona. Málini hjá Stjørnuni í dagsins dysti skutu: Tóra Eliasen 7, Katrin Bertholdsen 7, Malene Madsen 5, Iulia Nalviko 4, Joan Sørensen 4, Tóra Norðá 3, Durita C. Jojic 3 og Sonja S. á Bergi 2. Skrivað hevur: Norðlýsið Stjørnan hevur í kvøld verið á Skála og leikt í móti verandi meistarunum StÍF, og úrslitið varð ein greiður 29-23 sigur til Stjørnuna. Tað var ein ávísur spenningur undan dystinum, tí eftir dystin móti Neistanum sunnudagin varð staðfest, at Jancy Jacobsen hevði fingið koronu, og kundi sostatt ikki verða við. Heldur ikki bar tað til hjá Duritu Ljósstein at verða við í kvøld. Hetta víst seg tó ikki at darva spælinum hjá Stjørnuni serliga nógv, tær løgdu hart út, og settu seg á dystin frá byrjan av. Tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin, var støðan 11-6 til Stjørnuna, og hesa leiðsluna hildu tær til hálvleiks. Hálvleiksstøðan var 17-11 til Stjørnuna. Í seinna hálvleikur gekk meira javnt á. Stjørnan skifti meira út enn í fyrra hálvleiki, og onkra løtu hevði StÍF hug at minkað um munin, men hvørja ferð svaraði Stjørnan aftur, og endaði dysturin við einum greiðum 29-23 sigur til Stjørnuna. Spælið hjá Stjørnuni var í løtum heilt gott, við m.a. vóru fleiri góðar fríspælingum inn á strika. Ein spælari, sum enn einaferð kom væl frá uppgávuni, var málverjin Teresa Maria Ejdesgaard, hon stóð rættiliga væl, og hevði fleiri heilt góðar bjargingar. Málini hjá Stjørnuni skutu: Julia Nalivko 6, Tóra Eliasen 5, Katrin Bertholdsen 5, Malene Madsen 4, Joan Sørensen 3, Tóra Norðá 2, Durita Jojic 2 og Sonja S. á Bergi 1. Næsti dystur hjá Stjørnuni verður komandi sunnudag á útvølli í móti VB. ÁHEITAN FRÁ NEVNDINI Nú corona eisini er staðfest í sms leguni hjá Stjørnuni, heita vit vinarligast á øll, sum hava verið í Kí-høllini í dag um at lata seg testa. Nevndin í Stjørnuni Skrivað hevur: Norðlýsið Savnsmynd Dysturin millum kvinnurnar hjá Stjørnuni og Neistanum í KÍ-høllini í dag eyndaði við javnleiki 24-24, eftir at Stjørnan var á odda 14-12 í hálvleiksstegginunm. Tað gekk javnt á allan fyrra hálvleik, tó var tað Stjørnan, sum hevði munin, og tá 22 min. vóru leiktir var støðan 11-7 til Stjørnun. Tað eydnaðist tó Neistanum at minka um munin, soleiðis at tá farið varð hálvleiks, var støðan14-12 til Stjørnuna. Gongdin var tann sama fyrstu løtuna av seinna hálvleiki, liðini skiftust um at skora, men tá leiktir 14 min. av seinna hálvleiki, stóð á jøvnum 18-18. Eftir hetta steðgaði fullkomiliga upp hjá Stjørnuni, og næstu 9 minuttirnar fingu tær onki mál, meðan Neistin skoraði fimm ferðir, og var á odda 23-18. Men so reistist Stjørnan aftur, og rættiligur spenningur kom í dystin aftur. Tá leiktir vóru góðir 28 min. skoraðir Stjørnan til 23-24. Neistin fór í álop, men fekk ikki mál, og so hevði Stjørnan møguleika at javna, og tað eydnaðist teimum. Neistin fór síðani í álop, men tað eydnaðist teimum ikki at fáa mál í teirra seinastu atsøkn, og tað var um reppið, at Tóra Eliasen í seinastsu sekundunum skoraði sigursmálið til Stjørnuna, men neistamálverjin vardi fyri skotroyndini hjá Tóru, og sostatt endaði dysturin við javnleiki. Málini hjá Stjørnuni skoraður: Joan Sørensen 6, Durita Jojic 4, Katrin Bertholdsen 4, Jancy Jacobsen3, Malene Madsen 3, Sonja S á Bergi 2 og Tóra Eliasen 2. Savnsmynd Beint eftir fótbóltsdystin millum KÍ og EB/Streym sunnudagin er lagt upp til ein spennandi hondbóltsdyst í KÍ-høllini, tá kvinnurnar hjá Stjørnuni og Neistanum bresta saman. Hetta eru tvey av liðunum, sum roknað verður við, verða millum fýra tey ovastu, tá farið verður í holt við endaspælið. Neistaliðið er kanska nakað viknað í mun til seinasta kappingarár, meðan stjørnuliðið hevur fingið tilgongd av nøkrum royndum leikarum. Spennandi verður at síggja, hvussu leikur fer. Dysturin byrjar kl. 17.00, so tað er upplagt at leita sær inn í KÍ-høllina beint eftir fótbóltsdystirn at stuðla stjørnuliðnum. Møguleiki er at keypa sær góðan kaffi-/temunn og okkurt gott aftur við inni í KÍ-høllini. Orsakað av øktari smittu verður ongin barna- og ungdómsvenjing til og við mikudagin 27. okt. Vit koma við meiri kunning mikudagin Vinarligast Nevndin í Stjørnuni Lagt er upp til ein spennandi dyst í KÍ-høllini hóskvølidið, tá kvinnurnar hjá Stjørnuni taka í móti H71. Stjørnan fekk eina góða byrjan uppá kappingina við vinna tveir teir fyrstu dystinar á heimavølli greitt í móti ávíkavist VB og EB. Síðani vóru tær í Havn og leiktu í móti til Kyndil, og tann dystin vann Kyndil. Tað er ongin ivi um, at Stjørnan við tilgongd av fleiri royndu leikarum hevur eitt gott lið, men spælið higartil hevur verið nakað merkt av, at leikarnir enn ikki er nóg væl samanspældir. Spenndandi verður at síggja, hvussu tað fer at gangast í móti H71, sum um seinasta vikuskifti stóð seg rættiliga væl í Europa Cup kappingin við tveimum greiðum sigrum á makedonskum liði. Leikarnir hjá Stjørnuni lata heilsa og vóna at viðhaldsfólk møta mannsterk upp fyri at stuðla teimum. Dysturin byrjar kl. 18.00. Skrivað hevur: Norðlýsið Í dag hevði Stjørnan vitjan at uppflytarunum EB, og sum væntað, so bleiv tað til ein greiðan sigur til heimaliðið. Eftir hálvsleiksstøðuna 22-6, gjørdist endaliga úrslitið 40-14 til Stjørnuna. Liðini fylgdust fyrstu sjey minuttirnar, tá støðan var javleikur 3-3. Tað gingu heilir 11 minuttir, til EB fekk sítt fjórða mál, men hesa løtuna hevði Stjørnan skorað ellivu ferðir, og so var dysturin í verunleikanum avgjørdur. Við Duritu Ljósstein, Malene Madsen, Duritu C. Jojic og Tóru Eliasen hevur Stjørnan eina sera sterka verju, sum tað næstan var vónleyst hjá EB at spæla seg ígjøgnum. Hálvleiksstøðan var 22-6 til heimaliðið. Gongdin var tann saman gjøgnum allan seinna hálvleik, Stjørnan økti støðugt um leiðsluna, og endaliga úrslitið gjørdist ein greiður sigur uppá 40-14. Í mun til seinnu árini so hevur Stjørnan ein rættiliga breiðan hóp, og venjarin nýtti eisini møguleikan at geva flestu leikarnum rímiliga spælitíð. Hesa báðar fystu dystirna hevur Stjørnan vunnið greitt ímóti ávíkavist VB og EB, sum helst eru tey veikastu liðini. Men komandi leygardag, verður uppgávan ein onnur, tá tær skulu til Havnar at leika ímóti Kyndil. Málini hjá Sjørnuni skutu: Katrin 7, Durita J. 7, Tóra 6, Mina 5, Iulia 4, Malene 3, Durita L. 3, Joan 2, Jancy, Sonja og Tóra hvør sítt. Myndir: Norðlýsið Sunnudagin verður dystur í bestu kvunnudeilidni KÍ-høllini, tá Stjørnan fær vitjan av uppflytarunum av Eiði. EB hevur eitt ógvuliga ungt og óroynt lið, men har eru fleiri evnaríkir leikarar. Fyrsta árið hjá teimum í bestu deildini, verður mesta at venja seg við styrkina og tempoið í deildini. Stjørnan hevur í ár eitt ógvuliga spennandi lið, samansett av eldri royndum leikarum og ungun evnaríkum leikarum. Stjørnan má metast at verða greiður favorittur til at vinna dystin. Liðini hava undan kappingarbyrjan leikt tveir venjingardystir ímóti hvørjum øðrum, og hevur Stjørnan vunnið teir báðar. Dysturin verður floytaður í gongd kl. 15.00 Í samband við Luksus Loppur sum verða í KÍ-høllini í morgin (leygardagin), skipar hondbóltsfelagið Stjørnan fyri tombola, lutaseðlasølu og kaffi- og vaflusølu. Stjørnan luttók eisini við tombola og kaffisølu seinast Luksus Loppur vóru, og undirtøkan sera góð. Stjørnan vónar, at tað verða nógv sum gera sær ein túr inn á gólvið í KÍ-høllina í morgin og stuðla felagnum við at keypa nakrar tombolanittur og lutaseðlar. Vinningurin á lutaseðlinum er ein kurv full av fiskavørum frá Norðfrá. Møguleiki er eisini, sum nevnt, at keypa kaffi og nýbakaðar vaflur við syltutøj og róma. Tiltakið byrjar kl. 11.00. |
Aðrir stuðlar
Úrslitatænastan
|